Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 478 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 148.854 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 490 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 473 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 17 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo