Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
423 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 294.727 kanningar.
757 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 739 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 17 persónar smittaðir við koronu. 55 fólk eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 153 fólk koppsett. 106 fólk fingu fyrra prikið og 47 fólk fingu seinna prikið.
Nú hava 25.792 fólk, tað svarar til fingið fyrru koppsetingina. 14.692 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 40.484 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo