Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

832 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 277.192 kanningar.

718 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 671 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 46 persónar smittaðir, og 478 fólk eru í sóttarhaldi.

Leygardagin vórðu 162 fólk koppsett, 42 fólk fingu fyrra prikið og 120 fólk fingu tað seinna.

Tilsamans 32.593 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 20.712 fólk, tað svarar til 38,9 prosent av fólkatalinum, hava fingið fyrru koppsetingina. 11.881 fólk, tað svarar til 22,3 prosent av fólkatalinum, hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo