Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
432 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 237.523 kanningar.
661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 659 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni er eitt fólk smittað í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo