Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

HB vann steypafinaluna í U18 deildini í fjør móti Víkingi, meðan KÍ gjørdist føroyameistari - Mynd: Bjarni Enghamar

HB vann steypafinaluna í U18 deildini í fjør móti Víkingi, meðan KÍ gjørdist føroyameistari - Mynd: Bjarni Enghamar

HB vann steypafinaluna í U18 deildini í fjør móti Víkingi, meðan KÍ gjørdist føroyameistari - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Eftir áheitan frá feløgunum og Kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum, hevur Kappingarnevndin tikið avgerð um at gera broytingar í elstu gentudeildunum. Talan er ítøkiliga um U18 deildina, sum í 2022 verður strikað og U15 deildina, sum í 2022 ístaðin verður U16.

Orsøkirnar til broytingina og fyrimunirnir við nýggja leistinum eru eitt nú, at U18 liðini í stóran mun eru mannaði við spælarum, sum samstundis eisini hava nógva spælitíð í antin U15 ella vaksnamannadeildunum.

Spælaratilfeingið í U18 aldursbólkinum er í løtuni ikki nóg stórt til at bera deildina, men vónandi fer ein vaksandi luttøka á gentusíðuni at broyta tann veruleikan í komandi tíðum.

Broytingin frá U15 til U16 gevur harumframt feløgunum møguleika fyri at manna lið á heilum vølli við spælarum úr trimum árgangum.

Broytingin verður eisini framd við heildarætlanini “Kvinnur á vøllin” í huga, har FSF hevur sett sær fyri at hava ein mennandi kappingarleist við atliti til aldur, tilfeingi og støði.

Harumframt verður eisini arbeitt við at endurskoða ungdómskappingarleistin í síni heild, og tá komið er á mál við tí, verður støða eisini tikin til aldursásetingarnar í elstu gentudeildini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo