Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nú nærkast tíðin, tá ið skaldsøgurnar í kappingini, sum Bókhandlarafelagið saman við Forlag H.N. Jacobsens skipar fyri, skulu latast inn. Seinasta freist er 1. mars

Høvundurin, ið væntandi verður kosin vinnari á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum í novembur, fær 75.000 krónur umframt útgávusáttmála við forlagið.

Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður à 2.000 eindir við millumrúmi.

Hetta er triðja kappingin, sum bókahandlarnir skipa fyri. Undanfarnu kappingar hava eydnast væl, men bókahandlarnir og forlagið eru samd um, at gott pláss er fyri fleiri føroyskum skaldsøgum.

Teir føroysku bókahandlarnir eru H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.

Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til skaldsogukapping@mail.fo og vera merkt “skaldsøgukapping”. Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør ið hevur skrivað skaldsøgurnar.

Í dómsnevndini eru trý fólk: Marianna Hoydal, Kári Árting og Bergur Rasmussen.

Einki handrit eru komin inn enn, og hóast væl er útliðið, minnir bókhandlarafelagið á, at enn ber til at vera við í kappingini um skaldsøguna.  Freistin er sum nevnt tann 1. mars 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo