Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í nøkur ár er farin fram út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. Hetta arbeiðið hevur í longri tíð ligið mest sum í hálvum gekki ætlandi orsakað av tørvandi fígging.

Um nú peninganeyð er tann veruliga orsøkin, er tað einki minni enn ein stór skomm fyri land og fólk, tí í jólavikuni 2001 bant landsstýrissamgongan Fólkaflokkurin/Tjóðveldisflokkurin/ Sjálvstýrisflokkurin fyri øllum dagføringum av ríkiskassans lógbundnu rakstrar-og íløguútreiðslum  [50% og 100% ] til okkara sjúkrahúsverk.

Fíggingin av hesum lívsneyðuga øki í okkara samfelagi varð sum seyður í rætt  bundið niður av nevnda landsstýri 1. januar 2002, samstundis sum 366 milliónir vórðu kutaðar av ríkiskassans lógbundnu fígging til almannamál, heilsumál og skúlamál, uttan at løgtingið samstundis kompenseraði við nýggjum inntøkulógum.

Vorðin sum jólagáva til Føroya fólk avgreidd á Fólkatinginum saman við umboðum frá løgtingssamgonguni og einum kvikum millummanni, Sjúrða Skaale, sum ein annar Joseph Fouché á leistum.

Joseph Fouché (1759-1820) var dugnaligur, snúgvin politikari í tíðini undan og eftir fronsku kollveltingini 1789-1799. Stephan Zweig skrivaði áhugaverda skaldsøgu um hendan snilda embætismannin.

Um tað er satt, at kloakkskipanin millum Landssjúkrahúsið og sjóvarmálan er burturbeind, og í staðin fyri er løgd sum kilometralong kloakk út á botnin í Nólsoyarfirði, eiga vit ikki at gloyma, at Nólsoyarfjørður í øldir hevur verið spískamar hjá nólsoyingum og havnarmonnum. Tessvegna er tað ikki annað enn sjálvsagt at spyrja, um tað, ið rennur og fer at renna út í Nólsoyarfjørð, er reinsað kloakkrensl?

Í 1880-1890 skrivaði abbi mín Vilhelm Mohr umleið 100 navngivin ýti og mið víða um í sjónum í øllum ættum um Nólsoynna. Miðini eru varðveidd á almennari skjalagoymslu í Havn.

Abbi útvegaði fátækum havnarmonnum fýramannafør, sum við fisking á nevndu miðum í Nólsoyarfirði gjørdist gott íkast til tað dagliga breyðið hjá fólki í Havn og Nólsoy.

Í eini bók – Fiskeri – hjá V.M. við innihaldsyvirliti – lesa vit:

Udgifter til både
        Do til Langliner
        ”    til Helleflynderline
 Indtægter af Baade
        Do af Baade
        ”    af Langliner
Andre Udgifter
Indtægter af Helleflynderlangline

Í bókini sæst, at ”Baaden Nr.1” varð smíðaður í 1879 fyri kr. 165,82,  og seldur 7. juli 1881  fyri  kr. 150,00, í góðum standi, málaður og tjøraður og við barkaðum bátsseglum og kumpassi.

Soleiðis lat V.M. 5 bátar byggja og seldi teir so hvørt fyri minni enn tað, teir kostaðu at byggja. Eftir øllum at døma hevur V.M. fingið bátspartar, hvørja ferð teir hava verið á floti, 

Í umrøddu bók lesa vit, at bátspartarnir í mai 1881 vóru: Kr. 2,00, 2,10, 1,14, 0,42, 0,42, 1,50 og 0,62.

Útreiðslur til kalvalínu í 1887-1911 vóru kr. 92,35. Línan varð seld fyri kr. 35,00 í 1911.

Tað má sigast, at almannahjálp á privatum støði fór fram í Havn fyri 150 árum síðani.

Í gomlum skjølum hjá Vilhelm Mohr er ”Summarisk Oversigt over de tegnede Bidrag til Aalesunds Brandlidte:”

Náttina 23. januar 1904 var herviligur eldsbruni í Aalesund. Í Føroyum varð stig tikið til at hjálpa fólki í Aalesund í hesi stóru neyð. Tá ið avtornaði, høvdu 44 bygdir í Føroyum og blaðstjórnin í Dimmalætting veitt hjálp upp á kr. 3.089,53 minus kr. 10,53  til ”Budsendelse og Porto.” Í yvirlitinum lesa vit til dømis, at ”Klaksvík gav kr. 384 og Tórshavn kr. 448,25  og Nolsø og Nolsøe Fyr kr. 139,50.”

Skjalið sigur annars einki um, hvør ið stóð fyri hesum stóra tiltaki – kanska Dimmalætting, kanska Vilhelm Mohr?

Ein onnur sólstrála:
Í 1947 varð Nordiska Folkhögskolan í Kungälv stovnaður við næmingum úr teimum trimum skandinavisku londunum, Finlandi, Íslandi og Føroyum. Skúlin varð frá fyrsta degi væl móttikin við næmingum úr Skandinavia, Finlandi, Íslandi og einum næmingi úr Føroyum.

Tá ið skúlin skuldi verða vígdur, har allir næmingarnir og starvsfólkini og kend  háskúlafólk úr nevndu londum vóru við, fekk næmingurin av Viðareiði boð um, at hann skuldi inn á pallin saman við donskum næmingum undir Dannebrog. Tá segði hon, at hon vildi inn á pallin við tí føroyska flagginum. Fløkja kom í, tí skúlin hevði einki føroyskt flagg.

Vígslan varð fyribils steðgað. Tað var so heppið, at háskúlastjórin á Frederiksborg Højskole, C. P. O. Christiansen (kendur føroyavinur), sum var boðin við til vígsluna, kundi útvega eitt føroyskt flagg úr Keypmannahavn.

Skúlin varð so vígdur við føroyinginum undir føroyskum flaggi. Og undir borðhaldinum var borðdaman hjá C.P.O.Christiansen eingin onnur enn tann 23 ára gamla gentan av Viðareiði, Marita Pállsdóttir.

Frá 1. januar 2001 til dagin í dag hava 26.9 milliónir í tí árliga ríkiskassablokkinum verið oyramerktar til rakstur av okkara sjúkrakassum.

Í mong ár (sjúkrakassaskipanin varð stovnað í 1892) hevur ríkiskassin regluliga flutt pening í ein sjúkrakassagrunn.

Av tí at sjúkrakassarnir eru farnir í søguna, fær Fróðskaparsetur Føroya (Granskingarnevndin) tøkan pening úr nevnda grunni til regluligar granskingarstuðlar í milliónaupphæddum.

Einki odiøst í hesum, at fólkatingið hevur loyvt løgtinginum at flyta milliónaupphæddir til Fróðskaparsetur Føroya (Granskingargrunnin). Tað er eitt dámligt og fyrimyndarligt samstarv millum tveir sera týðandi partar –  ríkiskassan og landskassan – sum átti at fingið onnur vital samstarvsøki aftur í trygga legu.

Her verður serliga hugsað um ríkiskassans blokkfígging til heilsuverkið, sum nú hevur verið stongd niður á tjúgunda ári. Úrslitið av hesum ørskapi kenna vit øll: Sjúkrahúsverkið er so líðandi komið á ørmundarhús, og øll verandi útbygging av Landssjúkrahúsinum hevur ligið ella liggur í hálvum gekki, tí kassin er tómur.

Takkað verið ábyrgdarleysum loysingarpolitikki hevur landssjúkrahúsbygging síðani 2000 og til dagin í dag ikki fingið lógbundna fígging úr ríkiskassanum upp á umleið eina hálva milliard.

Er hetta ikki vindandi ørskapur?

Man tað vera loyvt Føroya fólki at spyrja, um hetta fíggjarliga kvørkratakið ikki er mandatsvik móti Føroya fólki? Eingin hevur forspurt seg. 

Í revsilógini, § 280, er tilskilað, at álvarsligt mandatsvik kann verða revsað við upp til 8 ára fongsulsrevsing.

CV um undirritaða:
- Í barnagarði og -skúla hjá Nonnunum 1931-1935
- Fyrireikingarskúli 1936
- Realskúlapógv í Havn 1941
- Tímalønt byggiarbeiði hjá tí bretska hervaldinum í Havn; á skrivstovuni hjá Charles Mauritzen Esq. Mr. Brockie, Leith/Tinganes 1941-1946
- Á háskúla í Rungsted-Hørsholm og kvøldgymnasium í Keypmannahavn 1946-1049
- Á skrivstovuni hjá Fox-Film A/S í Keypmannahavn 1948-1949
- Bókhaldari hjá Wenzel Petersen og Thomas Dam & Co í 7 ár
- Bókhaldari, fulltrúi, skrivstovustjóri og konsulentur á Føroya Gjaldstovu í 34 ár.
- Umsiting av roknskapum hjá Skúlabókagrunninum og Mentunargrunninum í 25 ár

Við skrivi frá landsstýrislimi var mær í 1956 loyvt at arbeiða hjá einum sakføraravirki í Havn í mínari frítíð, t.v.s. eftir vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum, treytað av, at tað ikki darvaði mínum almenna starvi.

Tað nógva av tí, ið undirritaði áhaldandi hevur skrivað í farnu og verandi øld, tykist ikki at hava áhuga hjá avvarðandi myndugleikum ella seriøsum journalistum.

Eitt er tó vist: avoldað politisk nationalisma er ein upptornað greipa, sum avbronglar og avskeplar likam og sál og kryplar vanligt vit og skil.

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo