Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Kringvarp Føroya hevur saman við andstøðuni gjørt nógv burtur úr at framleiða gølukendar søgur um, at Christian Andreasen, samstundis sum hann er valdur inn á Løgting, eisini virkar sum advokatur.

Í Føroyum hava annars fleiri advokatar og grannskoðarar sitið á tingi.

Hetta hevur ongantíð áður verið tikið fram í fjølmiðlunum sum nakar trupulleiki.

Bjørn á Heygum, til dømis, hevur eisini verið formaður í Rættarnevndini í Løgtinginum.

Og tað er ikki bara í Føroyum, at advokatar eru valdir inn á ting.

Núverandi formaðurin í Rættarnevndini í Fólkatinginum er ein sera kendur advokatur.

Hann hevur eisini havt rættarsakir, meðan hann hevur sitið á Fólkatingi.

Danska blaðið hjá danska advokatsamfelagnum lýsur formannin í Rættarnevndini í danska fólkatinginum í hjáløgdu grein.

Sí her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo