Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmanni kunnugt hevur ikki verið nakað samskifti millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska.

Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu, í einum § 52a fyrispurningi.

Tingkvinnan vildi vita um donsk fiskiskip eru á veg í føroyskan sjógv at fiska, nú Brexit stendur fyri durum. 

- Eg havi eisini spurt meg fyri hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum um teir kenna nakað til, at donsk skip vilja í føroyskan sjógv at fiska, um tey missa rættindi í bretskum sjógvi.

- Tað gera landsstýrismenninir ikki.

- Teir hava heldur ikki fingið fyrispurningar, áheitanir ella annað frá donsku fiskivinnuni um møguliga atgongd til føroyskan sjógv at fiska, svarar løgmaður millum annað.

Sí svar løgmans her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo