Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í viðmerkingunum til íløgulógina viðv. nýggju tunnlunum Norður um Fjall metti landsverk árligu rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðslurnar til millum 2 og 3 mió krónur. Um Viðareiðistunnilin verður tikin við, verður árliga rakstrarútreiðslan av vegastrekkinum úr Klaksvík til Viðareiðis uml. 5 mió.

Sama myndin kundi verið tikin fram viðvíkjandi Suðuroynni, sum er gjøgnumborað bæði uppá longs og tvørs!

Hevur nakar politikari grett um, at tað er neyðugt við eyka inntøkulógum til hesar íløgur og rakstrarútreiðslur?

Tvørturímóti! - Hjá teimum var og verður frítt at koyra frá fyrsta degi, og har skal landskassin uttan himpr, orð ella eið rinda bæði íløgu- og rakstrarkostna!

Suðringar grenja so altíð!

Men taki so Vágatunnilin hvørs árligu útreiðslur einans verða mettar til 4 mió og sostatt nógv lægri enn tær fyri tunnlarnar í Norðoyggjum, og ikki um at tala tær í Suðri. Haraftrat eru bæði rakstur og meginparturin av íløgukostnaðinum higartil goldin við nýtslugjaldi, umframt at tunnilin eigur so nógvan pening á bók, at tað ikki verður neyðugt at játta honum pening úr landkassanum, nógv, nógv ár frammeftir!

Kortini verða Vágar/Vágatunnilin, í viðmerkingunum til nýggja samferðslupakkan hjá samgonguni lagdar undir at verða partaorsøk til nýggju inntøkulógirnar, og soleiðis gerast eyka útreiðslubyrða hjá Føroya fólki!

Her er jú talan um púrasta skeivar grundgevingar, ið ikki eiga at verða hangandi í luftini! Landsvegurin úr Gásadali til rundkoyringina við Leynará er yvirhøvur ikki dýrari at reka enn landsvegakervið annars!

Vágar verða als ikki nøkur eyka útreiðslubyrða hjá føroyingum!

Samanumtikið so bringa Vágar uttan iva munandi meira til landshúsarhaldið, enn Vágar fáa!

Annars takk fyri, at tunnilsgjaldið endiliga verður avtikið - Tað er uppá tíðina!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo