Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í hesum døgum er EM í manshondbólti. Áhugavert er at sita í stólinum og síggja liðini stremba fram ímóti gullinum. Endamálið er at koma í finaluna.

Hóast vit ikki eru serkøn, sita vit í stólinum og eygleiða. Vit njóta løturnar og hava okkara egnu favorittar.

Vit rósa spælarunum fyri dygdir. Onnur orð verða nýtt um tvørrandi dygdir, tá ið skotið fer við síðuna av.

Í stólinum framman skíggjan síggja vit spælið betur enn tey í ítróttarhøllini. Tað avbera góða spælið verður víst aftur og aftur í smáum brotum. Tað sama er við mistøkunum, ið verða víst fleiri ferðir og umrødd av serkønum.

Á ein hátt sær áskoðarin í høllini ella framman skíggjan betur, enn leikararnir á vøllinum. Undir dystinum mega leikararnir taka mong atlit, ið vit sum áskoðarar ikki nýtast at hugsa um. Tað er altíð lættari at vera áskoðari.

Støðan á vøllinum sammett við støðuna á áskoðaraplássunum hevur sín líkleika í lívi og atferð hins kristna.

Tað, ið vit eru, gera og siga, sæst og hoyrist. Kristnin hevur áskoðarar. Ikki altíð er áhugin at eygleiða hvør annan bygdur á umsorgan. Onkuntíð spæla vit mistøkini og føllini hjá øðrum aftur og aftur á orðsins skíggja.

Ja, hava lyndi at gera mistøkini størri á stórskíggja.

Hinvegin mega vit góðtaka støðuna, at bæði kristin og ikki kristin meta um okkara trúvirði. Øll, ið trína inn á tann almenna pallin, mega tola veruleikan, at onnur hava eina meining um okkara virki, prædiku og levnað.

Trína vit inn á pallin og prædika fyri øðrum, so eru vit almenn í somu løtu. Alt í tí almenna rúminum kann verða umtalað og málsliga endavent. Talufrælsið er tó altíð frælsi við ábyrgd.

Vit nýta hondbóltin sum frymil og spyrja: Hvør er finalan, ið vit sum kristin stremba eftir? Hvat er endamálið við prædikuni og vitnisburðinum?

Er endamálið at hjúkla um okkum sjálv og og tey, ið hava somu áskoðan og ganga í somu kirkju sum vit? Ella er endamálið at dýrdargera Jesus og vinna honum lærusveinar?

Tað er gott og gagnligt, at kirkjulið lívga um sínar limir. Tað er eingin orsøk at gloyma síni egnu og gera seg faðirligan. Vit skulu sanniliga taka okkum av tí fyrsta kallinum, ið er húsfólkið, grannalagið og vinir okkara.

Vit kunnu einans elska næstan, um vit elska tey fyrstu, ið vit møta, og tey allar fyrstu eru húsfólkini.

Men vit mega ikki gloyma okkum burtur í tí heimliga, tí kristnin hevur medábyrgd av samfelagnum. Vit skulu elska okkara medmenniskju: bygdarfólkið, landsmenn og tey fremmandu. Vit mega finna eina javnvág og royna at síggja heildina.

Hvør er finalan, ið vit sum kristin vilja náa?

Sum gamal lærari í latíni var í mong ár undirvíst í mállæru. Næmingarnir fingu at vita, hvat ein finalur eykasetningur var, og hvønn týdning hann hevði fyri heildina. Ein finalur eykasetningur byrjar t.d. við orðunum “til tess at”. Eykasetningurin lýsir ætlanina og  høvuðsendamálið.

Eisini Jesus nýtti tann finala eykasetningin, tá ið hann í høvuðsprestabønini biður fyri teimum trúgvandi. At tey trúgvandi mega vera eitt, at tey mega verða borðin av Jesu einleika og kærleika í góðum verki.

At vera eitt og at vera eins er ikki tað sama. Vit kunnu vera eitt, um vit eru rættiliga ymisk við fjølbroyttum náðigávum. Okkum tørvar ikki at vera eins, men eitt hóast ymisk, eitt í Jesusi Kristi.

Er endamálið at vinna Jesusi lærusveinar, so mega vit nýta tey amboð, ið bera okkum ávegis til finaluna og gullið. Fremsta amboðið er einleikin í Jesusi, tað at vit – hóast ymisk – eru bundin saman í Kristi einleika.

Einleikin er ein fortreyt fyri, at arbeiðið vignast.

Einleikin er sum venjingardystirnir í hondbólti. Uttan íðkan, ágrýtni og venjing kemur einki lið í eina EM finalu.

Uttan einleika virka vit kristnu til avmarkaða nyttu, hóast vit prædika í kirkjum og samkomum. Áskoðarin í stólinum framman skíggjan sær og hoyrir, og hann trýr tí, ið hann sær.

Jesus nýtir í 17. kapitli í evangeliinum hjá Jóhannesi tann finala eykasetningin fleiri ferðir, tá ið hann vísir á alstóra týdningin, ið einleikin hevur:

- til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg (21)

- til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt (22)

- til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg. (23)

Í læru hjá Jesusi undir Heilaga Andans leiðslu er góður møguleiki at koma í finaluna. At náa sigurskransin heima í Guðs ríki vegna fullgjørda verk Jesu Krists.

Spurningurin er viðkomandi: Hvat sær heimurin í prædiku, verki og lívi mínum? Amen.

Orðið: “Og eg (Jesus) havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum.” (Jóhannes 17,26).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo