Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fyrr í vikuni bar Løgtinginum.

Umframt at tryggja dagpengar til arbeiðsfólk og dagpengar til fyritøkur, sum hava starvsfólk, ið verða smittað við COVID-19 ella verða sett í sóttarhald, eru eisini aðrir batar, sum skulu minka um avleiðingarnar av COVID-19-støðuni.

Eisini teir fólkapensjonistar, sum í vár hava fingið lønarískoyti, tí teir vóru heimsendir orsakað av Covid-19, fáa aftur rætt til lønarískoyti.

Við hesum verða arbeiðandi fólkapensjonistar og sjálvstøðugir vinnurekandi fólkapensjonistar javnsettir við tey, sum eru í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanini hjá ALS.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at bera so skjótt at, og at Løgtingið stendur saman um broytingarnar. Í hesi støðuni stremba vit øll eftir tí sama málinum, sum er, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast sum minst, og at vit kunnu varðveita eitt sterkt vinnulív.

Meira kann lesast um samtyktu lógirnar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo