Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mynd úr bókini

Mynd úr bókini

SPROTIN: 1. desember kemur fotodokumentarbókin Einsamalla várið út, sum er søgan í myndum um, hvussu føroyingar livdu, tá koronusmittan rakti Føroyar.

Tann 3. mars 2020 varð fyrsti tilburðurin av koronusmittuni staðfestur í Føroyum. Landamørkini vórðu stongd, samfelagshjólini fóru niður í ferð, og fólk hildu seg fyri tað mesta heima í tíðini. 

Tann 3. september var smittutalið í landinum farið upp um 400. Eitt skifti vóru Føroyar tað landið, sum var harðast rakt í øllum Evropa eftir íbúgvaratølum.
 
Henda bókin er søgan í myndum um, hvussu føroyingar livdu, tá ið koronusmittan rakti landið, hvussu gerandisdagurin varð ávirkaður, og hvørjar avleiðingarnar vóru.
 
Bjarni Mohr hevur eina masterútbúgving í fjølmiðlafrøði við Documentary Photography sum sergrein frá Høgskulen í Volda í Noregi, er útbúgvin journalistur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole og hann hevur fotograferað í meira enn 30 ár.

Mynd úr bókini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo