Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við stóra franskt/hollendska flogfelagið AirFrance-KLM, sum vil styrkja um sína støðu í Føroyum. Talan er um eina sokallaða interline-avtalu.

Men tað eru eisini onnur flogfeløg sum hava áhuga í Føroyum, eitt nú Turkish Airlines og Singapore Airlines. Hesi bæði feløgini hava gjørt avtalu um codeshare samstarv við SAS.

Tað skrivar Check-in.dk.

Hetta merkir at turkiska flogfelagið framyvir fer at hava sínar flogbókstavir, TK, á fráferðunum hjá SAS við Airbus A320 til Vága Floghavn.

Turkiska codeshare-samstarvið skuldi longu verið byrjað tann 15. juni, men var útsett til 25. juni. Tað skrivar routesonline.com.

Singapore Airlines var fyrsta flogfelagið sum bjóðaði ferðir til Føroya via codeshare við SAS.

Les um codeshare og interline - trýst her

Ben Schlappig, sum hevur skrivað um hesar ymisku avtalurnar flogfeløgini gera, lýsur munin á teimum soleiðis: "ein interline avtala er sum vinskapur, ein codeshare avtala er sum forlovilsi, joint venture er sum hjúnalag, og alliance er sum at hava eina stóra familju."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo