40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár varð nýggja bíleggingarskipanin hjá Sjúkrahúsverkinum tikin í nýtslu, og útvið 250 fólk eldri enn 84 ár hava longu bílagt eina tíð til koppseting. Í flestu førum eru tað avvarðandi, ið hava hjálpt við bíleggingini.

Tað eru áleið 500 tøkir skamtar av koppingarevni eftir í Føroyum í løtuni, og tí metir Sjúkrahúsverkið tað vera rætt at bjóða næsta bólki í koppsetingarætlanini koppseting. Tað eru fólk, sum eru á millum 80 og 84 ár.

Koppsetingarnar verða framdar á teimum trimum sjúkrahúsunum fram til páskir.  

Góð ráð, tá tú bíleggur
Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.

- Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.

- Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.

- Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.

- Um tit framvegis hava avbjóðingar við at bíleggja tíð, ber til at fáa hjálp við at ringja á 30 45 45

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Sjúkarhúsverkið hevur gjørt ein vegleiðandi film, sum kann hjálpa tær við bíleggingini. Filmurin liggur á síðuni, har bíleggingin fer fram. Sí eisini filmin HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo