Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Siloksan... bleytgerandi evni, ið er homronórógavandi sum t.d. kendu phalatini, endar alt í havumhvørvinum... og haðani í fiskinum, eisini í góðum matfiski sum svarkjafti, sild, makrel, toski, hýsu o.s.v.

ES hevur í dag sett forboð móti Siloksan í shampo og sápu sum heild. Men evnið finnist eisini í húðasmyrsli... ið verður upptikið gjøgnum húðina.

Í byggiídnaði er evnið nógv brúkt í máling og fuguevnum o.ø.

Umhvørvis-, náttúru- og heilsumál er ein stór táta her í landinum, og politiska skipanin letur bara standa til.

Orsøkin er fyrst at føroyingar ikki taka sítt umhvørvið í álvara. Tað hava teir aldrin gjørt og halda alt ber til og at einki hevur nakrar avleiðingar.

Næst eru tað politikkarnir ikki hava og heldur ikki fáa neyðugu vitan ella kunning frá sínum embætisfólkum, at taka neyðug stig at steðga áhaldandi niðurlaging á umhvørið og náttúru.

Og fólk, vanligi borgarin, fær onga kunning og einki at vita, og er sleptur upp á fjall.... men fær seinri "rokningina" umvegis versnandi lívsgóðsku næst øktar útreiðslur til heilsuverk, og uppá sikt eina niðurbræðing í lívfrøðiliga margfeldni og við tí einum horvnum grundarlag fyri haldgóðari tilveru, ið komandi ættarlið hava krav uppá.

ST-Heimsmálini eru sum Skjótt syftur Seiður og tunga Takið, Verðurlagsálit og Burðardygg Menningarætlan fyri 21´øld,.... á pappírinum vøkur orð, men uttan nakað ítøkiligt innihald.

Og soleiðis er kósin "inntil rent verður á land."

Hvør tilbúgvingarætlan tá skal setast í verk..... man bert harra Gud vita.

Les her

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo