Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Posta hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri 2020. Sølan setti met og gjørdist 125 mkr. fyri øll feløgini. Samansetingin av søluni broyttist tó munandi. Meðan nethandilin í Føroyum tvífaldaðist, minkaði virksemið innan post og flogfrakt vegna koronu. Dótturfeløgini, PostaLogistics í Danmark og North West Chartering í Føroyum, høvdu jaliga gongd í árinum. 

Rakstraryvirskotið fyri 2020 er 8,2 mkr. svarandi til 7%. Tað er lægri enn tey umleið 10%, sum Posta hevur havt seinastu nógvu árini. Hetta ávirkar úrslitið, sum endaði við einum halli upp á 2,4 mkr. eftir skatt.

”Árið 2020 var eitt ár við fleiri undantøkum. Starvsfólkunum og okkara miðvísa arbeiði við at menna tænastuna fyri at takka, megnaðu vit at tillaga okkum broyttu umstøðurnar við koronu. Tað var ikki ein dagur, at korona steðgaði virkseminum. Í árinum minkaði talið av brøvum við 11%, og tá ið handlarnir stongdu, varð tørvurin á lýsingabløðum væl minni. Samstundis varð flogferðslan skerd í fleiri tíðarskeiðum, og tað ávirkaði flogfraktina hjá Posta. Korona hevði tí eina avgerandi ávirkan á úrslitið í 2020,” sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. 

Hóast árið ikki hilnaðist sum upprunaliga ætlað, væntar Posta jaliga gongd komandi árini. Føroyingar hava nevniliga tikið nethandilin til sín, og fraktøkið væntast framhaldandi at vaksa ikki bert í Føroyum, men eisini á øðrum marknaðum. Tað er ætlanin framhaldandi at styrkja tænasturnar á hesum økjum. Talgilding og sjálvgreiðsluloysnir til privat og vinnu er natúrligur partur av hesum, greiðir Joel frá:

”Nethandilin er tvífaldaður í árínum, tó er talan enn um smáar nøgdir, sammett við aðrar marknaðir. Potentialið er stórt – Vit arbeiða miðvíst fram ímóti at viðskiftafólk, bæði privat og vinna, kunnu avgreiða øll síni viðurskifti við Posta talgilt og ómakaleyst.

Vit fáa jaligar afturmeldingar frá viðskiftafólkum, nú vit hava víðkað netið av avgreiðslum í samstarvi við Magn, eins og nógvar fyritøkur velja talgilda sambinding við okkara farmaskipan. Tað ger bílegging av flutningi munandi lættari,” sigur Joel undir Leitinum.

Sí ársfrágreiðing her

Nevnd
Joen Magnus Rasmussen, Nevndarformaður
Reidar Nónfjall, Næstformaður
Gudny Langgaard, Nevndarlimur
Guðrið Højgaard, Nevndarlimur
Bjarki Poulsen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð
Jóannis Iversen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð

Posta í stuttum
- Virksemið fevnir um post, pakkar, filateli og farm til privat og vinnu
- Posta hevur høvuðssæti í Havn
- Tvey dótturfeløg: PostaLogistics við tveimum deildum í Danmark umframt North West Chartering í Føroyum
- Samlað søla í 2020 var 125 mkr
- Posta hevur 123 ársverk
- 60 bilar, harav 7 elbilar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo