Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Økið við Sandá er ein inngrógvin partur av Argjum, og har eigur einki at verða bygt. Rættast er at varðveita fríøkið við Sandá.

Søgan um ætlaðu nýggju kirkjuna á Argjum byrjar við, at Tórshavnar kommuna vísir Kirkjuráðnum á Argjum á hetta staðið at byggja nýggja kirkju, hóast ætlanin var at byggja á øðrum stað. Og tað er eisini her, at søgan kann enda. At Tórshavnar kommuna loysir málið.

Yvirfriðing, byggiloyvir, metingar og alt møguligt annað hevur floykt seg uppí málið, men einki broytir tann veruleika, at býráðið setir kílar millum fólk við byggja á einum øki, ið er nakað serstakt og als ikki eigur at verða broytt.

Tá alt kemur alt, er málið einfalt. Skal økið við Sandá fáa frið fyri allari bygging ella ikki. Tann enn rættiliga óspilta náttúran fram við Sandá eigur ikki at víkja fyri nakrari bygging.

Áralangt stríð
Fyri fólkið í økinum, har eg eri uppvaksin, hevur málið havt stóran týdning, síðani tað byrjaði fyri góðum 10 árum síðani. Fyri okkum er málið einfalt. Fyri tað fyrsta var longu í 1975 greitt, at økið var friðað, tá grundstykkini vóru sett til sølu.

Fyri tað næsta hevur økið hevur síðani verið ein týðandi partur av samleikanum kring Sandá og er ein inngrógvin partur av Argjum.

Økið er náttúruperla við serstøkum huglagi, og tað er púrasta óhoyrt og skeivt at byggja nakað á økinum. Serstaka huglagið er helst eisini orsøkin til, at økið varð friðað í sínari tíð.

Fólk í økinum hava síðani savnast í einum áhugabólki, sum eftir besta førimuni hevur gjørt sína ávirkan galdandi við sakligum sjónarmiðum. Kjarnan í bólkinum hevur roynt sítt við at skriva og fundast, og tað hevur verið øgiliga hugaligt at merkt teirra eldhuga og samanhald.

Eftir eitt neyðarróp um at fáa nýggja orku, hevur stríðið nú flutt seg til eitt yngri ættarlið. Tey hava við øðrvísi miðlum – men við sama hegni og eldhuga - tikið málið til sín við sterkum boðskapum um at verja óspiltu náttúruna. Hetta sigur okkum eisini, hvønn týdning hetta økið hevur, og hvussu nógv, tað verður brúkt.

Tvørturum ánna og ættarlið standa fólk saman um økið. Ikki fyri at mótmæla, men fyri at varðveita okkara óspiltu náttúru. Tí fyri okkum er hon nakað serligt, og hetta er eitt øki, sum vit eru góð við.

Nú vendist ikki aftur
Boðskapurin tykist nú at vera, at tú vendist ikki aftur. Byggiloyvi er givið, og myndugleikar hava sagt sítt. Fyri okkum snýr tað seg ikki um ásetingar fyri friðing, ella hvussu langt málið er komið tekniskt.

Tað er eitt einfalt val. Skal tað byggjast ella ikki á serstaka økinum við Sandá. Vit siga greitt nei. Á fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini fyri viku síðani fingu vit at vita frá einum limi í nevndini, at var málið byrjað í dag, hevði einki verið bygt. Men einki er liðugt. Einki er – enn – bygt.

Tað, sum byrjaði við einari skeivari avgerð um staðseting, eigur at enda við, at tann rætta støðan verður tikin – og økið við Sandá fær frið.

Heri á Rógvi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo