Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tá ið mett verður um lívið, og niðurstøðan verður orðað. Ta løtuna er umráðandi at síggja alt lívsskeiðið til tess at gera eina heildarmeting. Tað ræður um, at lívið fær ein møguleika at fóta sær, tá ið alt tykist miseydnað og tvørligt.

Løtan nú hevur týdning, tí hon er bindilið ímillum farnar dagar og framtíðina. Tað letur seg ikki gera at seta eina klombru um nútíðina, um tað er framtíðina, ið vit ynskja. Tó, sjáldan er nútíðin allur sannleikin.

“Tú ert eitt einki” er ein køld máliska, sum tíverri kann verða søgd tær veikastu løturnar í lívinum, tá ikki alt lagaði seg til vildar. Tað er ein ómenniskjanslig og illa umhugsað útsøgn, hóast hon í løtuni tykist at vera sannleikin.

Tað er møguliga menniskjum íborið at tala niðursetandi um onnur, at vit traðka á onnur fyri at koma at sita hægri. Sum kristin mega vit taka frástøðu frá allari niðrandi talu, umtalu og framferð. 

Hin ungi drongurin, sum var villur og gekk ivasamar gøtur. Hann vaks við árunum og mentist til ein dugnaligan og álítandi mann. Hann tænti samfelagnum væl øll síni vaksnu ár.

Hin unga gentan, sum tyktist framfýsin og ivasom í lívsførslu. Hon mentist við árunum til eina fakliga dugnaliga álitiskvinnu. Hon menti arbeiðsplássið við sínum førleika.

Smábørn fingu onkuntíð at vita, at foreldrini vóru ikki teir gløggastu heilarnir í býnum. Tað var sárt at hoyra og vaks í sinni teirra til eina mannminkandi kenslu, ið fekk óheppin hjáárin. Sjálvvirðið varð skalað.

Tvørrandi sjálvsálit er ein sinnilig avbjóðing, sum sæst í atburði og verki. Onkuntíð verða vit tað, sum vit fáa at vita frá øðrum. Viðhvørt kennast kenslurnar sum allur veruleikin, og máliskan “tú ert eitt einki” tykist sonn og røtt.

Sum sóknarprestur og sálarhirði hendi tað seg, at innlit varð givið í ein duldan og og ókendan heim. Líðingin var markleys, hon var oyðandi, tí dómurin var sagdur. Sig tað nóg ofta, og sjálv lygnin tykist sonn.

Minnist kvinnuna, ið giftist einum drongi, sum jørðildi metti ivasaman. Ein alt ov fitt genta til ein tílíkan drong. Lýsingarorðini um drongin vóru neilig, og einki jaligt varð sagt.

Árini gingu, og tað vignaðist væl betur enn mett varð. Hús og heim. Mat á borðið hvønn dag. Børnini vuksu og mentust, tey lósu lærdan lestur ella nomu handaligan førleika. Útsøgnin “tú ert eitt einki” var dyggiliga mótprógvað, hóast hon sum løtumynd í ungdómsins føgru og livandi løtum bar brá av sannleika.

Loksins doyði hesin maðurin, sum í ungdómsárunum fekk vánaligt skotsmál frá bygdarfólkinum. Jarðarferðin varð løgd til rættis, og einkjan syrgdi sinnisliga í javnvág við veruleikan. Sjúkan tók yvirhond, so tað var ikki so nógv at siga annað enn tað, at lívið hevði verið ríkt, og alt hevði virkað miðal væl og nøktandi.

Var ikki við til jarðarferðina, men møtti einkjuni nakað seinni og lýsti samkenslu. Sært tú prestur: “Eg giftist við einum drongi, sum var mettur at vera eitt einki. Hann gjørdist mítt eitt og alt. Eg eri innarliga takksom fyri hjúnalagið og samlívið. Hann var børnum okkara ein góður pápi.”

Samtalan minti um nógvar aðrar samrøður við fólk á leiðini. Staðfesti, at vit eiga at varða okkum fyri lemjandi umtalu hvør av øðrum. Samtalan flutti hugin inn í tað bíbilska umhvørvið, har sjálvur Meistarin fekk vánaliga umtalu í síni samtíð.

Jesus var tollara og syndara vinur. Hann át og drakk saman við syndarum. Hann fór inn á gólvið hjá farisearum, ið sjálvsøknir mettu seg hava rætta gudstrúgv. Hann tosaði við kvinnur og gav umstøðum teirra gætur, ja ein teirra hevði havt fimm menn, og tann sætti var ikki maður hennara.

Treyðugt so, onkur helt av Jesusi og sýndi honum heiður. Men samanumtikið varð hann mettur at vera eitt einki. Sagt varð, at undurverk hansara vórðu framd við hjálp frá sjálvum tí versta.

Fyri mongum gjørdist Jesus, ið mettur var sum eitt einki, okkara eitt og alt. Tað er ikki altíð meting fólksins, ið er avgerandi. Tann skapandi og umskapandi drívmegin er kærleikin, Kristi kærleiki til tann einstaka og alra menniskju.

Tað kann eisini hugsast, at kærleikin hjá áður umrøddu kvinnu broytti ein lættlivandi ungling til ein vaksnan mann, ið tók ábyrgd av húsi og heimi.

Kristi kærleiki broytir menniskju til tað góða. Í trúnni á Jesus eiga vit í kærleika at hava jaliga ávirkan á umhvørvið. Kærleikin kann gera allar lutir nýggjar, hóast tað ikki altíð eydnast. 

Einki menniskja er eitt einki. Menniskjan er krúnan av skapanarverki Guðs og elskað við ævigum kærleika uttan mun til umstøðurnar annars. Kærleikin spyr ikki, kærleikin elskar fremst av øllum. Amen.

Orðið: “Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki.” (Jesaja 53,3).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo