Tað var ein sonevndur harmonikusamanstoytur sum hendi á Marknagilsvegnum í gjár.
Politiið fekk fráboðan um hendingina klokkan 21.30. Tríggir bilar rendu saman og tveir av bilunum fingu so mikið stóran skaða, at teir máttu flytast burtur av staðnum. Eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir óhappið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo