At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum fyrrverandi krabbameinsraktur sjúklingur, var eg viðgjørd og gjøgnum eina sjúklingagongd, undir tí skipan sum Landssjúkrahúsið hevði við íslendska serlæknan, áðrenn hesa sum nú er og verður veitt av Aalborg Sygehus.
 
Hesar seinastu dagarnar, hevur aftur kjak tikið seg upp um viðgerð til føroysku bróstkrabbameinssjúklingarnar.

Sjúklingar ið hava vent sær til mín, greiða frá,at teir eru farnir frá at hava havt ein serlækna í skurðviðgerð av krabbameini í bróstinum, til ein lækna sum hevur eina góðkenning sum skurðlækni innan bróstaskurðviðgerð.

Tað vil við øðrum orðum siga, at føroyski sjúklingurin er farin frá einum lækna, sum hevur servitan innan krabbameins- og plastskurðviðgerð til ein lækna sum hevur skurðviðgjørt bróst gjøgnum 10 ár og fingið eina góðkenning sum bróstaskurðlækni.

Altso er læknin ikki serlækni í  krabbameinsskurðviðgerð ella plastskurðviðgerð.

Landsjúkrahúsið hevði eina avtalu við hendan íslendska serlæknan, Kristján Skúli Ásgeirsson (KS), frá mars 2010 til desember 2019. Í fyrstani arbeiddi KS á Landssjúkrahúsinum men hendan avtalan bleiv broytt í 2015 og flutt til eina bróstkrabbameinsklinikk sum KS hevði stovnað í Reykjavík.

Føroysku sjúklingarnir fingið eina viðgerð og sjúklingagongd, sum kann kallast fyri at verða ein 1. floksviðgerð. Tað sum var so sermerkt við hesi sjúklingagongd, var, at sjúklingurin upplivdi ein reyðan tráð frá fyrsta til síðsta dag av viðgerðini.

Ikki bara upplivdi sjúklingurin, at úrslitið eftir skurðviðgerðina var fantastiskt, men upplivdi, sum tað týdningarmesta, at tað bleiv tikið hond um sálarligu støðuna sum uppstendur tá tú sum menniskja upplivir, at fáa sett eina diagnosu á teg sum eitur krabbamein. Sjúklingurin føldi seg tryggan,  sæddan og hoyrdan.

Tryggan, við vissuni um, at læknin ongantíð var so langt vekk, at ikki bar til at fáa fatur á honum.

Sjúklingurin skuldi ikki í gjøgnum fleiri lið men kundi tosa við sama lækna sum hevði tikið hond um seg frá fyrsta degi av.

Sæddan, læknin dugdi at síggja hvat sum var týdningarmikið fyri tann einstaka og royndi so vítt tað var gjørligt, at eftirkoma tí, sum sjúklingurin ynskti.

Hoyrdan, læknin gav sær góða tíð til at lurta eftir sjúklinginum og vísti herígjøgnum størstu virðing fyri tí einstaka menniskjanum, rakt av hesi herviligu sjúku.

Reyði tráðurin sást og føldist við, at eg og hini við mær, fingu gjørt greitt frá fyrstu samrøðu, hvat sum fór at henda og hvussu. Tryggleikin kendist beinanvegin og eg fór ígjøgnum mína sjúku við kensluni av, at eg var í góðum hondum.

Hyggja vit at støðuni í dag, grundað á mínar egnu royndir sum fyrrverandi sjúklingur, so uppliva sjúklingarnir ikki sama tryggleika.

Eg havi tosað við sjúklingar, sum siga frá, at teir uppliva stúran og ótta. Hettar uppstendur av, at kunningin er ov vánalig.

Summar kvinnur greiða frá, at tær fingu kunning um úrslitið av skurðviðgerðini, meðan tær lógu til uppvaking eftir skurðviðgerðina og tí ikki mintust hvat læknin hevði kunnað tær um. Hetta við vánaligu kunningini, kemur eisini fram í grein hjá Jóanis Erik Køtlum, fyrrverandi sjúkrahússtjóra.

Sjúklingar uppliva ein ruðuleika á økinum, har tann sálarligi parturin sum er so týdningarmikil, ikki verður tikin hond um. Kvinnurnar greiða frá keðiligum arrum og ójavna á bróstinum. Tað góða úrslitið verður ikki raðfest. Kropsuppfatanin hjá kvinnuni  eftir skurðviðgerðina verður  ikki tikin hond um, og tískil uppliva nakrar kvinnur seg fremmandagjørdar í egnum kroppi. Summar halda, at tað er egoistiskt at ganga upp í smálutir nú tær fyrst og fremst hava fingið fyrsta part av viðgerðini móti bróstkrabbameini.

Um eg fari afturumaftur og hyggi eftir hvat Landssjúkrahúsið grundaði teirra skifti frá íslendska læknanum, sum hevði so jaliga eftirmeting, frá sínum sjúklingum, til eina nýggja sjúklingagongd har Aalborg Sygehus nú skuldi verða ábyrgdari fyri bróstkrabbameinsøkinum í Føroyum, standi eg eftir við fleiri spurningum. Er hettar skiftið blivið so nógv betri enn tað sum var áðrenn? Landssjúkrahúsið grundaði sína avgerð til hettar skiftið á, at tað vóru nakrir fyrimunir við hesi avtalu. Teir vóru:   
 
 - at betur samanhangur verður í allari sjúklingagongdini, tí at staðfesting av sjúku og   eftirfylgjandiviðgerð fer fram hjá einum tvørfakligum toymi av heilsustarvsfólkum eftir norðurlendskum leiðreglum.
 
Sum tað framgongur hjá núverandi og fyrrverandi sjúklinginum, so er tað akkurát hettar sum manglar.

Sjúklingagongdin er blivin verri av tí, at sjúklingurin følir seg ikki nóg væl kunnaðan. Sjúklingurin er óttafullur um hvat fara skal fram og tískil manglar tann reyði tráðurin í sjúklingagongdini.
 
- at størri parturin av viðgerðini verður framdur í Føroyum.
 
Sum fyrrverandi sjúklingar vístu á, við teimum 800 undirskriftum sum vóru innsamlaðar í 2018, so var tað ongantíð ein trupulleiki fyri hvørki sjúklingin ella tey avvarðandi, at skurðviðgerðin móti bróstkrabbameini var framd í Reykjavík. Heldur øvugt, so føldi sjúklingurin seg tryggan við, at koma á eina lítla deild har somu starvsfólk gingu aftur alt samdøgrið.
 
- at avtalan er við størri stovn heldur enn einstakling, er tryggari, tí talan er um sjúkrahús, sum hevur fleiri serlæknar í starvið.
 
Í gjøgnum øll 9 árini har tann íslendski serlæknin arbeiddi fyri Landssjúkrahúsið, var ongin skurðviðgerð avlýst vegna forfall.

- Fyri sjúklingar við tørvi á eini endurskapan av bróstinum verður hetta framt undir somu skurðviðgerð, har ein plastkirurgur fremur rekonstruktiónina, aftaná at mammakirurgurin hevur skorið sjúklingin fyri krabbasjúkuna. Sjúklingurin skal sostatt ikki fleiri ferðir undir skurð.
 
Ongin sjúklingur sum eg havi tosað við, síðani Aalborg Sygehus tók yvir, hevur fingið gjørt eina skurðviðgerð sum krevur endurskapan av bróstinum. Hettar kann man undra seg yvir. Fleiri kvinnur fingu endurskapað bróst av íslendska læknanum, men síðani danski bróstskurðlæknin tók yvir, hava skurðviðgerðirnar sum kvinnurnar hava fingið bjóðað, einans verið, at fingið tikið alt bróstið ella, at hava tikið krabbameinsknykilin burtur. Ein kann so víðari undrast yvir, hví kvinnur í Føroyum í dag ikki hava fyri neyðuni at taka alt bróstið og fáa endurgjørt bróstið aftur, alt undir eini og somu skurðviðgerð.
 
Jóanis Erik Køtlum, fyrrverandi stjóri á Landsjúkrahúsinum, svarar einum spurningi í Kvf, um tað viðgerð bróstkrabbameinssjúklingar fáa í dag, í mun til tað viðgerð sum var áðrenn. Hann sigur, at viðgerðin móti bróstkrabbameini er í góðum og dugnaligum hondum. Hann grundar hettar á eina nøgdsemiskanning, sum Landssjúkrahúsið hevur gjørt, síðani Aalborg Sygehus yvirtók  hettar økið.

Eg loyvdi mær at skriva til Landssjúkrahúsið og fáa alment innlit í hesa nøgdsemiskanning.

Í dag fekk eg svar frá Landssjúkrahúsinum, sum sýtti mær innlit, grundað á, at tølini eru so smá, at hendan nøgdsemiskanningin ikki veitir nakra beinleiðis niðurstøðu. Hettar fær meg so aftur at undrast yvir, um tað nú var besta loysnin fyri føroyskar sjúklingar, raktir av bróstkrabbameini, at Landssjúkrahúsið valdi at flyta hesa vælfungerandi viðgerð í Íslandi til Danmarkar.
 
Eg vil til seinast biða øll sum hava áhuga í hesum økið, um at fara inn og googla íslendska læknan, fyri sjálvi at síggja hann tosa og vísa á, hvussu langt hann er komin  í sínum ótroyttiliga arbeiði fyri at menna viðgerðina til sjúklingar raktir av bróstkrabbameini.

Mary Antonsdóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo