At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Neyðtøka? Bleiv hon tikin í neyð? Rópti hon eitt neyðarróp, sum eingin hoyrdi? Hann valdi at valdstaka hana.

Ein kvinna í einum kristnum samfelag var í 2011 dømd 30 ára fongsul fyri morð - men tað er ivi um, hvørt hon í veruleikanum fekk spontan abort1). Hon misti valdi á síni framtíð.

Barsil ella barnsburðarfarloyvi - er tíð, sum er frítt val hjá pápanum - vit mugu ikki tvinga pápan at vera heima hjá barni sínum.

Frítt val hjá manninum – men kvinnan hevur ikki valdið yvir egnum kroppi.

Tú kundi bara latið vera við at blíva gravid!
Tú kundi bara latið vera við at gjørt hana gravid!
Ein kvinna verður gravid og er tað í 9 mánaðir.
Ein maður, kann sum dagsverk, gera 270 graviditetir í sama tíðarskeiði.

Tað er neyvan nakar, sum fremur slík dagsverk. Men hví er mestsum eingin prevention gjørd til mannin?

Tí tað er í veruleikanum ikki hansara problem, um kvinnan gerst gravid. Hann sleppur enntá undan barnapengum, um hann "ikki hevur inntøku, sum er størri enn tað, sum skal nýtast til egið uppihald ella uppihald hjá familjuni" 2) .

Kanska skuldi hann latið vera við at starta eina nýggja familju, tá hann ikki tekur sær av teimum, sum hann longu hevur sett í verðina?

Kanska skal hann ikki hava frítt val yvir egnum kroppi? Kanska skal hann blíva tvangs-steriliseraður, sum revsing fyri at ikki brúka prevention?

Nei, sjálvandi tvangs-sterilisera vit ikki. Samfelagið gjørdi hetta ólógligt fyri 60 árum síðani.

Men tú - kvinna - skal vera tvangs gravid. Tú - kvinna - hevur ikki rætt at velja í hesum samfelagnum. Samfelagið valdstekur teg.

Eitt neutralt orð: Abort. Abort er at steðga ella avbróta.

Eitt gott orð: Javnrættindi - Gev kvinnuni valdið yvir sínum kroppi og síni framtíð.

Sigrid J. Dalsgaard

Keldur:
1) https://www.bbc.com/news/world-61798330
2) https://www.av.fo/fo/utgjoeld-og-veitingar/barnagjald

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo