Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eri uppvaksun á Argjum og havi slitið mínar barnaskógvar m.a  í Sandágerði, framvið og í Sandá. Havi nógv góð minnir úr Sandágerði, har vit spældu við flakum, sigldu við skipum og bátum og fangaðu krabbar og stungu fliður, svumu, vassaðu o.s.fr.

Sandá var eisini okkara spælipláss har vit fiskaðu síl og fangaðu maðkapirrur.

Um veturin, tá áin var fryst , skreiddu vit á sparkarum og skoytum. Tað var eisini har, vit lærdu okkum at svimja. Jú, har var lív og góðir dagar.

Seinni í lívinum havi eg havt nógvar góðar og ríkar løtur her saman við mínum børnum og nú við abbabørnum og langabbabørnum.

Próstagarðurin, sum liggur heilt úti á eggini móti Sandágerði, húsini og vakri garðurin hjá dr. Dahl, sum liggur fram við áarbakkanum fyri ikki at tosa um spinnaríið ( nú Eikin), sum stendur úti í sjálvari ánni, var als eingin forðing fyri okkara spæli og leiki.

Tvørturímóti hildu vit, at alt hetta setti ein hugnaligan og fjálgan dám á umhvørvið.

Hesi byggiverk høvdu neyvan fingið loyvi at sæð dagsins ljós í dag sum stemningurin er nú.

Hinvegin dugi eg ikki at ímynda mær, at hesi byggiverk ikki vóru har. Tá hevði verið kalt og oyðið.

Ikki so løgið, at nevndin, sum staðsetti kirkjuna, sum skal byggjast, valdi hetta hugnaliga og sentrala økið burturúr fleiri øðrum møguleikum. Sjálvandi skal ein kirkja standa á einum vøkrum og fríum stað.

Tá ført verður fram, at tíðirnar eru so nógv broyttar, siðan 2010, tá staðsetingin var avgjørd, so veit eg ikki, hvaðani tann niðurstøðan stavar.

Tí síðan 2010 er einki broytt í umráðnum uttan tað, at Eikin hevur bygt uppí spinnaríið, kommunan hevur gjørt eitt vakurt torg og nøkur parkeringspláss í lendinum. Eini tvey sethús eru bygd hinumegin ánna, tað er tað.

Kirkjan, sum skal byggjast við Støðlagøtu, fer at lívga og fjálga um økið fram við Sandá á sama hátt sum spinnaríið, húsini og garðurin hjá dr. Dahl og próstagarðurin -bara nógv longri frá ánni.

Kommunan hevur játtað pengar til uttanum-økið við kirkjuna, so har verður hugnaligt og vakurt rundanum, so at fólk, sum í dag mest nýta gøtuna fram við ánni sum farleið, kanska fáa hug at støðga á, seta seg niður á hugnaligu terassuni, njóta ein matpakka og útsýnið oman- og niðan gjøgnum dalin.

Eingin garður verður rundan um kirkjuna, og dyrnar verða opnar, um onkur skuldi fingið hug at farið innar.

Dómsnevndin, sum hevur valt hesa kirkjuna burtur úr fleiri møguleikum, hevur valt hesa kirkjuna m.a. við teirri grundgeving, at hon liggur so sera væl í lendinum og ikki ger seg inn á vøkru steinarnar norðan og eystan fyri kirkjuna.

Eftir at mótmælini vóru latin býráðnum hevur kirkjuráðið saman við arkitektunum brúkt nógva orku og pengar, fyri at tillaga kirkjuna, so hon fellirr enn betri inn í umhvørvið. M.a er flag lagt á tekjuna ístaðin fyri sink og klæðir hetta kirkjuni sera væl.

So, einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt!

Samanumtikið haldi eg, at kirkjan heldur enn at skemma, fer at fríðka og fjálga um økið, sum eg havi heitar kenslur fyri og eri góður við.

Tað eru onnur grøn øki á Argjum, sum kanska áttu at fingið meir uppmerksemi enn júst hetta.

Rúni Hentze,
argjafrensur  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo