Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Blái Krossur: Sum vit áður hava víst á, so eru ikki øll børn í Føroyum, sum hava tað so lætt heima. Hetta er serliga týdningarmikið at minnast til, nú so nógv eru noydd at vera heima alla tíðina, og ikki kunnu fara til tey tiltøk, sum vanliga lætta um teirra gerandisdag. Samstundis sum børn fáa tað verri, kunnu tey verða torførari at fáa eyga á.

 

Børn, sum vit vanliga hoyra og síggja, blíva meira ósjónlig og kunnu verða gloymd, tá vit ikki møta teimum eitt nú í skúlagarðinum. Tí er tað týdningarmikið, at vit øll hvør í sær royna at hugsa okkum um. Er nakað barn í mínum netverki, sum kanska ikki hevur tað so gott júst nú? Hvat kann eg gera fyri at hjálpa?

 

Vaksin hava eina ábyrgd

Vit hjá "Øll hava rætt til góð barnaár" hoyra javnan frágreiðingar frá ungum, sum eru uppvaksin í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. Nógv av hesum siga, at fleiri vaksin í familjuni ella netverkinum vistu hvussu illa tað stóð til heima, men ongin gjørdi nakað við tað. Hesi kenna seg tí svikin av teimum vaksnu, sum áttu at hjálpt teimum. Tað er tí alneyðugt at hvør einstakur av okkum ger ein innsats fyri tey børn, sum hava tørv á at vit handla. Altíð, men serliga nú, tá tey eru meira ósjónlig vegna korona.

 

Hvat kann eg gera?

Kemur tú í tankar um eitt barn, sum ikki hevur tað so gott, kanst tú byrja við at tosa við barnið. Í hesum korona-tíðum kann hetta evt. gerast við at ringja til barnið, ella kanska at ganga ein túr saman við barninum úti í frískari luft og við passaligari frástøðu. Vís barninum, at tú hevur lagt merki til, at alt ikki er sum tað átti at verið. Set opnar spurningar. Ver vinarlig/-ur í vís barninum, at tú leggur í. Um tú merkir, at barnið hevur álit á tær, kanst tú t.d. siga: "Tú sært eitt sindur kedd/-ur út í dag, hvussu hevur tú tað?". Tosa ongantíð niðrandi um foreldrini hjá barninum - óansæð hvussu støðan sær út. Kennir tú foreldrini, kundi tað eisini verið gott, at tosa við tey tá tey eru edrú. Greið teimum frá hvat tú sært og hví tað ikki er í lagi.

 

Hvar kann eg venda mær?

Tørvar tær nærri ráðgeving í mun til hvussu tú kanst tosa við børn um júst hendan trupulleikan, skalt tú vera vælkomin til at venda tær til "Øll hava rætt til góð barnaár" á tlf. 77 07 09. Umframt at veita samrøður til børn og ung, veita vit eisini ráðgeving til avvarðandi og aðrar borgarar, sum ynskja at gera mun í lívinum hjá hesum børnunum. Kennir tú eitt barn ella eina familju, sum kundi havt tørv á at tosa við okkum, so sig teimum frá okkara tilboði, ella bið okkum venda okkum til teirra. Hesa tíðina, har samfelagið er mestsum niðurlagt, veita vit serliga telefon- og videosamrøður.

 

Er talan um umsorganarsvik, er týdningarmikið, at tú setir teg í samband við avvarðandi barnaverndartænastu. Barnaverndarstova Føroya segði í einum tíðindaskrivi, at barnaverndartænasturnar framvegis arbeiða og taka ímóti fráboðanum.

 

Tað er tí sera týdningarmikið, at vit gera brúk av hesum, tá tørvur er á tí.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo