Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Torgard: Stuttprosasavnið 43 bagatellir hjá Katrini Ottarsdóttir varð givið út á íslendskum fyrr í hesum mánaða, og hevur fingið sera góð ummæli.

Bagatellirnar – ella 43 smámunir, sum bókin eitur á íslendskum – hava higartil fingið tvey ummælið í Íslandi – í Morgunblaðnum og á størsta íslendska bókablogginum Lestrarklefinn.

Og báðir ummælarnir geva bókini 4 stjørnur av 5 møguligum.

Í Morgunblaðnum skrivar ummælarin Einar Falur Ingólfsson millum annað, at bókin er ”eitt sera heilskapað savn av ørstuttum og ofta ógviliga skemtiligum og avdúkandi frásagnum um nútíðarmenniskju”, og at søgurnar hava ”nógvar væl smíðaðar og hugtakandi myndir, sum ’leikstjórin’ teknar við orðum.”

Hann nevnir sum eina styrki, at søgurnar eru bersøgnar, eru uttan uttanumtos og fara beint í evnið frá byrjan.

Á Lestrarklefanum skrivar Rebekka Sif Stefánsdóttir: "Tað er merkisvert so væl tað eydnast Katrini at siga so nógv uttan at siga tað bart út (...) '43 smámunir' er framúr fjølbroyttur og kveikjandi lesnaður. (…) Tað er í roynd og veru ótrúligt, so væl tað eydnast Katrini at skapa heilar søguheimar og trídimensionalar persónar við so fáum orðum (...) Samanumtikið er talan um eitt ógviliga stórætlað (amibitøst) og væl skrivað stuttprosasavn."

Bókin eitur sum nevnt 43 smámunir á íslendskum, og útgevari er forlagið Dimma, ið m.a. eisini gevur út verk hjá norðurlanda bókmentavirðislønarvinnaranum Gyrðiri Elíassyni. Aðalsteinn Ásberg Sigurðsson, ið rekur forlagið Dimmu, hevur umsett bókina til íslendskt.

Upprunaútgávurnar – 43 bagatellir (føroysk) og 43 bagateller (donsk) – komu á forlagnum Torgard í 2018 og fáast (enn) í bókabúðunum.

Annars …
er Katrin í hesum døgum í ferð við at leggja seinastu hond á eina skaldsøgu, sum ætlandi kemur út á Sprotanum til heystar.

Leinki til ummælið á Lestrarklefanum: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo