Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag, 25/2, samtykti Tórshavnar býráð at ognartaka eitt grundstykki í Hoyvík. Hetta var sambært treytum í skeyti og tí er tað ivaleyst eftir bókini, samsvarandi skeytinum. Grundgevingin var, at viðkomandi ikki hevði bygt innan 1 ár, sum var ein treyt í skeytinum.

Eg spurdi meg sjálvan, hví fekk hesin eigarin ikki loyvi at selja hetta stykki víðari við vinningi?

Tann møguleika hevur onkur annar fingið. Og viðkomandi hevði átt grundstykkið í meira enn 2 ár og kundi selja tað við skattafríum vinningi.

Um tað ikki ber til, so er næsti spurningur:

Hví fekk hesin eigari ikki møguleika at brúka umskipanarlógina og gera grundøki um til partafelag og síðan selja grundøkið víðari við vinningi?

Okkurt partafelag, sum átti grundøkið hevur selt, uttan at kommunan talar at.

Annars er grannastykkið keypt eitt ár áðrenn og har er sambært myndum á kortal og google maps onki bygt.

Jógvan Páll Lassen hevði fyri 20 árum síðan kursus fyri okkum í Sjóvar kommunu og lærdi okkum, at kommunan mátti gera líka móti øllum.

Viðv. grundstykkjum fingu vit at vita, so máttu vit hava generellar reglur og tóku vit eitt grundstykki inn, so noyddust vit at taka øll inn.

Og  teksturin hjá umsitingini, um at tað er so trupult at luta tað út aftur og at tað heldur kann útlutast til bráfeingis tørvandi, ljóðar sera spennandi. Faktis so spennandi at eg helt tað var skilagott at skriva nakrar reglur.

Og tað blívir ikki minni spennandi, tá vit síggja, at næsta mál er víðarisøla av matr. nr. 138S Karlamagnusarbreyt sum er tinglýst upprunaliga í 2015.

Her fær eigarin loyvi at selja stykkið víðari og tað er enntá nevnt at hann hevur átt tað longri enn treytirnar í skeytinum tilskila.

Eg bara spyrji. Havi eitt sindur trupult við at síggja nakra linju í umsitingini hjá býráðnum.

Tað kann ikki útilokast, at øll eru eins fyri lógini. Men tað sær tó út til at verða ávísir munir.

Talan er um mál nr. 49/21, Afturkeyp av óbygdum grundstykki. Matr. Nr. 135PT, Hoyvik.

Bæði nevndu mál blivu einmælt samtykt í býráðnum.

Men samtyktir í byráðnum av hesum slag hava eisini verið einmæltar og tær kunnu ikki allar verða rættar, uttan so at skiftandi býráð meina, at fólk ikki skulu verða líka fyri lógini og umsitingarlig praxis er alt eftir hvat sitandi býráð metir rættast. 

Tvær samtyktir mótsett hvørji aðrari á sama fundi, havi eg ikki hoyrt um fyrr. 

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo