Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Hevur tú hoyrt eitt larmandi flogfar nakrar ferðir í seinastuni, so ert tú ikki tann einasti.

Talan er sambært flightradar um eitt russiskt bygt Antonov An-12BK, sum flýgur við farmi ímillum Oslo og Keflavík.

Ein skjót leiting á netinum vísir, at flogførini millum annað eru kend fyri, at teir fýra propellmotorarnir hoyrast væl.

Tað er ukrainska felagið Cavok Air sum eigur flogfari.

Túrurin úr Oslo til Keflavík tekur útivið 3 tímar, og flogfarið flýgur í 6,7 kilometra hædd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo