Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki ósmæðið, at populisturin Høgni Hoydal dálkar føroyska socialsøgu og serliga javnaðarhøvdingin Petur Mohr á arbeiðaradegi við knappliga at geva tí turrgeldu loysingar-rørsluni æruna fyri øll tey socialu og fakligu rættindi, sum socialdemokratar hava vunnið føroyingum.

Tað var altíð i beiskum striði við fantasileysar loysingar, at Javnaðarflokkurin og fyrst og fremst Petur Mohr Dam treiskliga fingu vunnið føroyingum social og mannsømulig rættindi.

Loysingar vóru forstokkaðir og konservativir og vóru i fyrstu atløgu moti ØLLUM socialum tiltøkum, sum Dam skjeyt upp, meðan sambandsfólk vóru meira pragmatisk og til endan styðjaðu tey flestu uppskot frá Petur Mohr Dam.

Hesar læntu fjaðrar skal tjóðveldisturin Hoydal ikki pynta seg og sín fjaðursára flokk við.

Tað er bæði óklæðiligt og søguligt falsum, at hann roynir at eftirrationalisera ta socialt destruktivu loysingarrørsluna.

Billar hann sær inn, at fólk eru so stuttmint, at hann beinleiðis kann stjala ta socialu og fakligu søguna frá Javnaðarflokkinum?

Tað fara hvørki javnaðar- ella søgufólk at sleppa hesum falska apostli.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo