Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Lívið er heilagt. Tað er ikki ein viðfáningur. Ei heldur er talan um tilvild, sjálvt um mangt tykist tilvildarligt. Menniskjan er skapað í Guðs mynd, og hvør einstakur er nakað heilt serligt. Skapaður í Guðs mynd, tað er fyri mær tað størsta.

Møguliga er henda fatanin einføld og ótíðarhóskandi í 21. øld eftir Kristi føðing. Tað vikar tó ikki sannføringina, at menniskjan er krúnan av skapanarverki Guðs. Lívið er heilagt uttan mun til alt. Henda átrúnaðarliga fatanin myndar lívsins fjølbroyttu viðurskifti og sær menniskjað í eini ljósari glæmu frá ævinleikanum.

Skaldið í GT lýsir menniskjað sum ein part av Guðs skapanarverki. “Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit.”(Sálmur 139,13-14).

At Guð er skaparin og tað evsta upphavið til lívið, gevur tí einstaka menniskjanum guddómligt virði. Vit eru ikki hvat sum helst, vit eru skapanarverk Guðs uttan mun til førleika, útsjónd og etniskan uppruna.

Hóast menniskjan hevur ymiskan og ójavnan veg inn í henda heimin, og hóast tær sosialu umstøðurnar er misjavnar, so er mannvirðið tað sama. Vit eru ikki einans børn hjá foreldrum okkara. Vit eru Guðs skapanarverk.

Tann kristna sannføringin staðfestir, at øll menniskju standa javnbjóðis og viga eins væl á tí vágskál, ið Guð hevur um hendi. Eingin er fremri enn ein annar. Ei heldur er nakar verri enn ein annar. Tað er ikki neyðugt at prógva góðskuna ella rættin at liva. Vil skulu ikki liva upp til nakað sum helst til tess at verða góðkend ella góðtikin.

Mannvirðið er givið av Guði. Tað er ikki treytað av okkara foreldrunum, ætt ella fólkaslagi. Guð, ið gav okkum lívið, gevur okkum í vøggugávu rættin at liva eitt virðiligt lív. Vit fingu náðir at vera børn foreldra vára og samstundis Guðs børn.

Vit eru ektað børn. Tað letur seg ikki gera at stigbenda orðið, so nøkur hava størri týdning ella størri virði enn onnur. Vit eru javnbjóðis, hóast tær sosialu umstøðurnar hjá einum barni eru øðrvísi enn hjá børnunum í grannalagnum.

Fyri hálvthundrað árum síðan vórðu nýføðingar hjá ógiftum foreldrum kallað óektað børn. Vit eru mong, ið hava hoyrt máliskuna verða nýtta um okkara egnu. Tað er sera óheppið, at ung foreldur fáa at vita, at barn teirra er óektað.

Vónandi lá ikki so nógv av fordómum aftan fyri máliskuna, sum vit hildu. Møguliga var tað einans tíðin tá. Hóast vit í dag stremba fram ímóti umbæri og fyrigeving, er neyðugt at siga, at orðingin út frá kristnum sjónarhorni er misvísandi.

Alt, ið Guð ger, er væl gjørt og ektað. Óektað børn finnast ikki. Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan. Øll børn eru ektað.

Seinnapartin ein góðveðursdag fóru vit bæði konan ein gongutúr. Veðrið var av tí fagrasta. Um kvøldið lýsti mánin væl á ong, gøtur og stræti. Á veg heimaftur møttu vit tveimum kvinnum við barnavogni. Tær vóru farnar ein túr við teirra nýfødda barnið.

Kendi ta einu kvinnuna frá mínum yrki sum lærari og prestur. Nú høvdu tær fingið lívsins størstu gávu. Gleðin var eyðsýnd og lýsti í eygum teirra. Vit bæði konan gleddust saman við teimum.

Komin at húsum mintust vit dagarnar, tá ið vit gjørdust foreldur á fyrsta sinni. Hóast øll okkara vóru fegin um nýborið lív, so var orðið óektað barn nýtt sum lýsing av støðuni. Ein neilig lýsing av tí allar størsta hugsast kann, tað at gerast foreldur.

Samtalan mentist, og vit komu til ungar einligar mammur. Vit eru eitt framkomið land, ið talar lívsins søk og tekur hond um lív teirra føddu og óføddu. Hóast hetta, kenna vit í hesi øldini fleiri dømi um ungar mammur, ið ikki fingu nøktandi fíggjarligan stuðul frá tí almenna, tí skipanin metti tær ov ungar at føða børn.

Eitt barn er eitt barn uttan mun til alt og skiftandi umstøður. Vit mega læra av egnum feilum og mistøkum teirra eldru. Vit mega síggja barnið og lívga foreldrini vegna barnið og børnini.

Guð og barnið, Jesus og børnini. Eitt vælferðarsamfelag eigur at skipa viðurskiftini á slíkan hátt, at foreldur ikki detta út úr stuðulsskipanum ella verða sett uttanfyri vegna aldur, sosialar umstøður ella familjuviðurskifti annars. 

Kristin etisk hugsan eigur yvirskipað at seta sjóneykuna á tað menniskjansliga í tilveruni. Vit mega í virðing síggja veruleikan ítøkiligan hóast hugsjónarlig frábrigdi.

“Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum.” (Matteus 18,10).

Kristnin eigur saman við himmalsins einglum at vera verji teirra smáu. Amen.

Orðið: “Virðið øll, elskið brøðraskapin, óttist Guð, heiðrið kongin!” (Fyrra bræv Pæturs 2,17).

Jógvan Fríðrikson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo