Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

RFF: Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá at smáu motordrivnu akførini, sum seinnu árini eru komin á marknaðin, verða loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum. Við smá motordrivin akfør tosa vit um millum annað el-rennihjól, elektriskar rennifjølir (skateboard), segboard, hoverboard og uniwheel.

Smáu motordrivnu akførini kunnu í stóran mun flokkast sum ’leiku’ og eru ikki egnaði sum partur av ferðsluni. Undir øllum umstøðum ikki uttan ítøkiligar avmarkingar av nýtsluni av teimum, herundir serliga aldursmark, funktiónskrøv til stødd á motori, ferðmark, ljós, endurskin, trygdarútgerð og eisini hvar á vegakervinum tey eiga at halda seg.

Í okkara samskifti við ferðslutrygdarráðini í grannalondum okkara, hava vit í nøkur ár fylgt við í kjakinum, avbjóðingunum og ørkymlanini hjá myndugleikunum, sum snøgt sagt uppliva, at tað er ein sannur hurlivasi av smáu akførunum. Privat fólk á el-rennihjólum eru ein avbjóðing, men tað sum serliga elvir til høvuðbrýggj, eru tær mongu fyritøkurnar, sum bjóða akførini fram til leigu.

Hendan skjótt vaksandi vinnan bjóðar ein fleksiblan møguleika at ferðast í einum býi. Fleksibiliteturin við akfarinum er samstundis tað, sum elvir til størstu avbjóðingina. Tí tú skal ikki vitja eina skrivstovu, fyri at finna akfarið. Tey standa og liggja alla staðni í býarmyndini og tær tørvar bert eina snildfon og eitt kreditt-kort fyri at virkja akfarið og byrja at koyra. Ongin hevur eftirlit við, at tann sum nýtir akfarið er nóg vaksin og førur fyri at føra akfarið. Ei heldur um viðkomandi hevur kunnleika til grundleggjandi ferðslureglur. Heldur ikki fylgir trygdarútgerð við akfarinum. Ein súkkluhjálmur hevði hóast alt verið ein sera góð byrjan sum trygd á einum túri á hesum akfari, umframt ein upplæring á tryggum øki, áðrenn farið verður út í ferðsluna. Rúskoyring á el-rennihjólum er harumframt ein sera stórur trupulleiki. Hetta hoyra vit frá øllum grannum okkara, har el-rennihjólini til leigu, hava verið í nøkur ár. Nógv flestu skaðarnir henda nevniliga í vikuskiftinum og í økjum og tíðarskeiðum, tá fólk fara í (ella heim úr) býnum.

Alla staðni kring okkum frætta vit tíðindir um, at sera nógvir persónsskaðar standast av el-rennihjólunum. Tey elva til stórar avbjóðingar fyri framkomuleika, tí tey standa og liggja nógva staðni í býnum og eru harvið til ampa fyri t.d. gangandi á gongubreyt. Tað eru serliga tey, sum koyra á akførunum, sum fáa skaða, tí tey detta ella verða árend í ferðsluni. Men eisini fólk til gongu fáa skaða, tí tey verða árend av el-rennihjólum.

El-rennihjólini hava við sær munandi fleiri skaðar enn t.d. súkklur. Í Danmark, har smáu motordrivnu akførini hava verið loyvd í ferðsluni í eini royndartíð síðani 1. januar 2019, vísa fyrstu royndirnar hjá Færdselsstyrelsen, at óhapps-títtleikin á el-rennihjóli er sjey ferðir størri enn á súkklu.

Í londum, har smáu motordrivnu akførini eru loyvd, hevur man á ymsan hátt roynt at avmarka og stýra nýtsluni, eftir at omanfyrinevndu avbjóðingar eru komnar til sjóndar. Millum annað aldursmark og krav um hjálm. Eisini roynir man seg við ’geofencing’, sum ger leigaðu el-rennihjólini óvirkin í ávísum tíðarskeiðum (t.d. at forða fyri rúskoyring), í ávísum økjum, ella til at avmarka ferðina. Umframt at man nógva staðni hevur sett strong krøv til hvar rennihjólini kunnu setast.

Royndirnar úr okkara grannalondum eiga við í Føroyum at taka til okkum, tí ongin orsøk er at gera feilir, sum onnur longu hava lært av. Tí er tilmæli hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í hesum málinum, at el-rennihjólini (og onnur smá motordrivin akfør) hoyra ikki heima á vegnum, har ferðslulógin er galdandi og eiga ikki at verða loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo