Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Dømi um arbeiði hjá El-Service - neyðskáp til Eysturoyartunnilin (mynd: egin/fb)

Dømi um arbeiði hjá El-Service - neyðskáp til Eysturoyartunnilin (mynd: egin/fb)

Fyritøkan El-Service Pf legði yvir triðingin afturat bruttovinninginum í fjør. Hann vaks úr 10,2 mió kr upp í 15,7 mió kr.

Ársúrslitið, t.e. úrslit eftir skatt, vaks úr 1,3 mió kr upp í 3,4 mió kr somu tíð.

Sostatt má sigast, at talan var um eitt av teimum góðu árunum hjá fyritøkuni, sum hevur heimstað á Skála.

Lønirnar vuksu úr 8,2 til 11 mió kr, og íløgurnar síggjast aftur, tí avskrivingar vuksu úr 141 tkr til 308 tkr. Rentuberandi skuldin er tó at kalla ongin.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 17,7 mió kr og eginognin var góðar 11 mió kr.

John Eli Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo