Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

SPURNINGUR til Vinnumálaráðið, Skipaeftirlitið, Brunaeftirlitið, SSL og Smyril Line:

Eru myndugleikar, stovnar og feløg fyrireikaði uppá at handfara eldsbrunar í elbilum á landsvegum, tunlum og skipum okkara?

Er t.d Smyril/Norrøna fyrireikaði uppá at basa eldsbruna í einum elbili, har fleiri bilar eru á dekkinum, umframt ferðafólk umborð?

Nógv verður í hesum døgum tosað um grøna orku og nýtslu av hesari í el-akførum, ið fólk verða biðin keypa í mest møguligan mun.

Í VP í gjár kundi ein lesa grein um eldsbruna í hybridbili í einum parkeringskjallara. Tað tók 40 sløkkiliðsmonnum 3 tímar at sløkkja eldin. Herfyri kundi ein í útlendskari pressu lesa um eld í einum Tesla, har nógvir sløkkiliðsmenn nýttu góðar 3 tímar  og 95000 litrar av vatni, fyri at sløkkja eldin.

Til samanberingar kann nevnast, at í vanligum bili kann líknandi eldur sløkkast eftir 15 minuttum við 2500 litrum av vatni.

Tað skal ikki stórt hugflog til fyri at síggja, at serliga í tunlum og skipum kann stór vanlukka henda, um ein ikki er serstakliga væl fyrireikaður og útgjørdur at basa slíkum eldi.

Eru vit fyrireikaði?

Tí hendan spurning.

Marjus Dam

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo