Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit í húskinum hava nú koyrt elbilar í meira enn trý ár. Vit hava tveir Nissan Leaf bilar. Ein frá 2012 og hin frá 2018. Bilin frá 2012 keyptu vit brúktan. Teir hava koyrt ávikavist um 101.000 km og 60.000 km.

Eg havi neyvt loggað rakstrarkostnaðin fyri bilarnar frá oktober 2020 til september 2021, altso seinasta árið. Orsøkin at byrja í oktober 2020 var, at tá kom tað í gildi at gjalda fyri løðingarnar á almennu løðistøðunum.

Hesar 12 mánaðirnar hava bilarnir tilsamans koyrt um 32.761 km. Um vit høvdu ein bensinbil í líknandi stødd, sum kanska koyrdi um 15 km uppá liturin, hevði tað - runt roknað - havt kostað okkum um 20.272 kr. í bensini. Við mynstrinum, vit hava at løða heima, og av og á á almennu løðistøðunum, hevur tað kostað okkum um 8.200 kr. T.v.s., at tað er ein sparing uppá um 12.000 kr í eitt ár. Um vit tóku dagsins bensinprís, so hevði tað verið ein sparing uppá um 16.000 kr. Afturat hesum kemur so ein sparing av, at einki oljuskift krevst.

Til at koyra hesar 32.751 kilometrarnar brúktu vit um 5574 kWh el. Tað vil siga, at í miðal fyri 100 km brúktu vit um 17 kWh el, ella um 25 kr.

Nevnast skal, at vit fingu okkum ikki elbilarnar fyri at spara pening. Hetta er so bara ein eyka vinningur.

Um vit gera eina CO2-útrokning uppá hetta (altso bara koyring hetta eina árið), so hevði bensinið givið eitt útlát uppá ca 5.023 kg CO2. Streymurin nýttur til sama strekkið hevur givið eitt útlát uppá ca 2.353 kg CO2 – hetta er bygt á tað, sum SEV upplýsir í sambandi við framleiðsluna av streymi í sama tíðarskeiðnum. Hetta gevur so eina CO2 sparing uppá ca 2.670 kg farna árið. Til samanberingar brúktu okkara húsarhalds el tól ca 3.200 kg CO2 sama tíðarskeið.

So hvørt sum SEV fær meira grøna orku inn á netið, kemur henda CO2-sparingin at gerast størri, og vit vóna enn, at í 2030 er orkan 100% grøn.

Justin Philbrow,
Toftir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo