Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá eldgosið var í Tonga komu fleiri bylgjur í lofthválvinum sum fóru fleiri ferðir runt jørðina.

Granskarar vita ikki at greiða frá hesum men halda tað kann ávirka veðrið í Europa.

Leygardagin tann 15. januar sprongdist eldfjallið Hunga Tonga – Hunga Haʻapai í Stillahavinum.

Spreingingin var tann harðasta á jørðini síðani 1962. Orkan er roknað til tíggju megaton TNT.

Sjokkbylgjan frá spreingingini flutti seg burt frá eldfjallinum við nærum somu ferð sum hjá ljóðinum.

Tað er ikki hesari bylgjuni granskarar eru so áhugaðir í, men eini røð av seinni bylgjum í lofthválvinum.

Nasa-fylgisveinurinn Aqua hevur skrásett hesar bylgjurnar. Tær hava sama mynstur sum tá ið tú kastar ein stein í ein hyl. Granskarar vita hvat hetta er, gravitasjónsbylgjur, men teir vita ikki hvussu tær verða skaptar.

– Hetta er heilt unikt. Vit hava ikki skrásett slíkt fyrr, sigur granskarin Lars Hoffmann frá Jülich Supercomputing Centre í Týsklandi við Nature.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo