Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Elding upplýsir ikki søluna.

Men tá bruttovinningurin í fjør vaks við nærum trimum milliónum krónum, so er tað í øllum førum ein greið ábending um størri sølu sama tíðarskeið.

Ársúrslitið eftir skatt í fjør bleiv neyvt fýra milliónir krónur í mun til 2,9 mió kr árið frammanundan.

Tað er besta árið nakrantíð hjá Elding.

Elding selur ellutir í Havn og Klaksvík og hevur eisini dóttirfyritøku í Danmark.

Fyritøkan er væl fyri við fíggjarstøðu sum javnvigaði við góðum 44 mió kr, eini eginogn uppá nærum 17 mió kr og meira enn 9 mió kr í tøkum peningi.

Stjóri er Mads Andrias Winther.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo