Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin er Altjóða eldradagur, og hann verður eisini hildin í Tórshavnar kommunu. Skráin er long long og áhugaverd, og evnið fyri dagin eru bústaðarviðurskifti og sálarlig heilsa. 

Skrá fyri eldradagin:

Kl. 10.00–10.45 Framman fyri ráðhúsið: Setan av degnum
Kl. 10.00–10.10 Borgarstjórin Annika Olsen.
Kl. 10.10–10.20 Forkvinnan fyri Eldraráðið Katrin Holm.
Kl. 10.25 Aftaná føroyskur dansur, A. Sigurstein skipar.

Kl. 10.45–12.15 Ebenezer
Kl. 10.45–11.00 Tónleikur: Beinta Háberg Jacobsen.
Høvi verður at fáa sær ein drekkamunnur og práta.

Evni: Bústaðarviðurskifti teirra eldru
Kl. 11.00–11.15 Marin Kathrina Frýdal, býráðslimur, innleiðir.
Kl. 11.20–11.50 Andrass Róin, stjóri, Bústaðir, heldur fyrilestur
(evt. spurningar/viðm. til kl. 12.00).
Kl. 12.05–12.15 Klumma: Hilmar Jan hugleiðir og lesur.

Kl. 12.15–13.30 Matarsteðgur

Kl. 13.30–14.35 Ebenezer: Evni – Sálarlig heilsa/trivnað
Kl. 13.30–14.05 Brynhild Danielsen heldur fyrilestur,
høvi verður at seta spurningar.
Kl. 14.05–14.20 Magni Christiansen syngur.
Kl. 14.20–14.40 Jógvan Fríðriksson, bispur, hugleiðir
um Jantelógina og tey eldru.

Kl. 15.00–16.00 DÓMKIRKJAN: Gudmund Mortensen skipar fyri Matiné.
Andakt við Una Næs. Ólavur Jakobsen spælir guitar og Súsanna Joensen spælir floytu.

Kl. 17.30–19.30 Havnar Bio: „Amour”, virðisløntur franskur filmsklassikari frá 2012. Atgongumerki fáast á telefon 311956 ella www.bio.fo.

Kl. 20.00–22.30 Reinsaríið
Kl. 20.00–20.30 Ólavur Højgaard og Holgar Jacobsen syngja og spæla.
Kl. 20.30–20.40 Bergun Kass, fkv. í Eldranevndini endar eldradagin.
Kl. 20.40 Felagssangur og harmonikutónleikur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo