Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast undirritaða um dagarnar í lesrabrævi ikki fekk nevnt eldradepilin i Kollafirði, so merkir hetta ikki, at eldradepilin er farin í gloymskuna. Fyrireikingarnar av nýggja ellisheiminum í Havn og eldradeplinum í Kollafirði fara bæði í gongd samstundis komandi ár, og er játtan sett av til bæði endmálini í fíggjarætlanini. 

Vit hava framskundað eldradepilin í Kollafirði, sum annars skuldi vera bygdur í 2024-25, tí depilin hevur bráskund. Umstøðurnar á sambýlinum í Kollafirði eru ikki tíðarhóskandi, so tí áliggur tað okkum at fáa bygt nýggja depilin sum skjótast.

Ætlanin er at byggja ein eldradepil við umleið 24-30 plássum, blandað røktarbúpláss, umlættingarpláss og atknýttar røktaríbúðir.

Harumframt verður eisini dagtilhald og góðar venjingarumstøður. Àðrenn endalig støðutakan verður um staðsetingina er ætlanin at hava ein borgarafund, har bogarar í Kollafirði kunnu siga sina hugsan. 

Annars kann leggjast afturat, at vit í hesum valskeiðnum hava fingið eitt hugnaligt dagtilhald í Kollafirði og um stutta tíð verða eisini nýggjar og góðar venjingarumstøður í ítróttarhøllini.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo