Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Soleiðis byrjar ein dulnevndur teldupostur, sum er sendur VP, og hevur VP so kannað eftir um nakað hald er í útsøgnini, sum tað tíverri er.

Í teldupostinum stendur millum annað eisini, at øll leiðslan er farin til hús, nøkur eru sjúkrameldað og onkur hevur sagt upp.

- Leiðarin er langtíðar sjúkameldað, varaleiðarin er langtíðar sjúkameldað, og skrivstovufólkið hevur sagt upp, verður sagt í teldupostinum, umframt at fleiri onnur eru eisini sjúkrameldað.

Og um orsøkina til allar hesar trupulleikarnar á eldraøkinum í Sandoynni, verður sagt, at alt kemur av formanninum í stýrinum.

VP hevur biðið um at fáa eina viðmerking frá formanninum í stýrinum, tí eftir tær samrøður sum VP hevur havt, so er talan um sera álvarsliga støðu á eldraøkinum í oynni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo