At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilsuhjálparafelag Føroya var á fundi í morgun við Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu og Eyðfríð L. Jacobsen stjóra í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Fundurin snúði seg einamest um starvsfólkanormering og varð umrøtt hvørjir stovnar í kommununi, ið vóru mest sperdir. Forkvinnan kunnaði um viðurskiftini, har avbjóðingarnir eru størst. Okkara vón er, at tað verður tikið til eftirtektar. 

Tórshavna Kommuna hevur játtað 3 mió. til meirnormering í ár, men orsaka av korona, hevur ikki verið møguligt at nýta hendan pening fyrr enn nú, og verða starvsfólkini kunnaði um hetta í næstum.

Tað var ein góður og uppbyggjandi fundur og borgarstjórin nevndi, at vit áttu at havt regluligar fundir um støðuna sum heild á eldraøkinum og tað eru vit sum felag sjálvandi altíð áhugaði í.

Sum felag leggja vit dent á, at hava ein góðan dialog og at kommunurnar og fakfelagið, hava eitt samstarv, heldur enn at vera í hvør sínari skotgrøv. Vit vilja øll tað sama, tá alt kemur til stykkis.

Tosað varð um at stytta arbeiðsvikuna í vakttungum størvum. Tað ber ikki til, at leggja 40 tímar vaktir, kvøld, dag og nátt, uttan so, at bróta lógina um hvílitíð.

Umsorganararbeiðið er eftirbátar á so nógvum økjum, so tað hevði verið upplagt, at landið raðfestið hesi fyrst, tá arbeiðsvikan við lóg verður stytt.

Felagið kom við einum uppskoti, at ein nýggj vaktarskipan verður sett á stovn, har starvsfólk sjálvi leggja sínar vaktir. Tíðin er farin frá, at deildarleiðarar  sita og gera arbeiðsætlan. Tað eru bert fyrimunir, um starvsfólk sjálvi fáa ávirkan á sítt arbeiðslív. Tað vil minka um strongd og sjúkrafráveru. Tað viðførir størri álit, góðsku og nøgdsemi. Tað verður betri javnvág millum arbeiðs- og privatlív.

Uppskot frá einum veitara varð lagt fyri fundarfólkið. Annika Olsen var sera áhuga og sá nógvar fyrimunir við hesi øðrvísi skipanini og er fús til at hyggja nærri eftir uppskotinum og venda aftur til felagið.

Tað er ein sannroynd, at starvsfólk aftra seg, at arbeiða fulla tíð, tí tað er ov tungt. Felagið nevndi á fundinum, at tað einasta rætta, er at ein apv-/ arbejdspladsvurdering verður gjørd, har tað verður hugt eftir røktartyngdini.

Sambært § 5, stk. 3, í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. sigur: avgerðir um tænastur og tilboð sambært hesi lóg skulu tryggja, at borgarin við størsta tørvi á persónligari hjálp, røkt ella stuðli fær í boði eitt samskipað heildartilboð.

Hetta vísir seg soleiðis, at teir tyngstu borgararnir hava fyrsta rætt at fáa eitt røktarheimspláss. Sjálvandi skulu teir tað, men tað er umráðandi, at eldraøkið alla tíðina eftirmetir normeringina, í mun til tyngdina á økinum.

Hetta vil føra við sær, at borgarin fær eina heildartænastu og ikki bara eina grundleggjandi røkt.

Fyri Heilsuhjálparafelag Føroya, hevur tað stóran týdning, at tað er javnvág millum tyngd og normering, krøv og orku.

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo