Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

 Gleðiligt at hoyra frá Anniku Olsen, borgarstjóra, at nýtt ellisheim skal byggjast í Havn til 64 røktarbúpláss og 6 eldraíbúðir.

Men mín áheitan skal verða. at alt eldraøkið í Tórshavnar Kommunu verður eftirmett skjótast til ber.

Stóra avbjóðingin  í eldrarøktini í Tórshavnar kommunu í dag er, at ov fá røktarstarvsfólk eru normerað til  eitt alsamt vaksandi tal av búfólkum. Tí er arbeiðsdagurin hjá røktarstarvsfóki í dag vorin óneyðuga tungur og hektiskur, har tíð bert akkurát er til tað heilt basalu røktina, og stórt sæð ikki meira.

Hetta er als ikki virðiligt fyri røktarstarvsfólk, búfólk ella tey avvarandi hjá búfólkum. Tað er eisini almenn vitan í dag , at tað er sera torført at fáa sett nýggj røktarstarvsfólk í starv.

Veri eg valdur til komandu býráðsval vil eg arbeiða miðvíst fyri at eldraøkið í Tórshavnar kommunu verður eftirmett. Harumframt at meira peningur verður játtaður eldraøkikum, so at fleiri røktarfólk kunnu setast i starv runt um á ellisheimum og røktarheimum í Tórshavnar kommunu.

Birgir Nielsen
Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo