Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 27. februar 2016 kl. 15:00 bjóðar Eldraráðið í Klaksvíkar kommunu øllum eldri borgarum til eitt kunningartiltak í Smæruni, Kjalarvegur 48 í Klaksvík.

Á skránni verður millum annað ein kunning frá Vitjunartænastuni, har bæði avvarðandi og vitjunarvinur siga frá sínum upplivingum. Norðoya Sparikassi fer at kunna um, hvussu peningaviðurskiftini ávirkast, tá ið makin doyr. Eldrasamstarvið í Norðoyggum, Norðoya Bú- og Heimatænasta, verður umboðað av stýrisformanninum Jógvan Skorheim og leiðaranum Marnu Ellingsgaard Jensen. Apoteksverkið verður eisini við á hesum fundinum og fer at kunna um skamtan av heilivági.

Maria Olsen, forkvinna, upplýsir, at høvi verður at seta spurningar, bæði skrivliga og munnliga.

- Vit vóna og gleða okkum at síggja nógv fólk møta upp til hetta tiltak, sum sjálvandi er ókeypis, og sum altso verður leygardagin 27. februar kl. 15.00 í Smæruni, Kjalarvegur 48, sigur Maria Olsen, forkvinna í Eldraráðnum, sum umframt hana hevur hesar limir: Gerda Absalonsen, næstforkvinna, Hasla Olsen, skrivari, Marita Matras, kassameistari, Poul Havn, nevndarlimur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo