Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vit vilja sjálvandi øll búgva sum longst í egnum heimi. Skal hetta lata seg gera, so má kommunan seta sær fyri, at hjálpt verður, har tað er neyðugt, fyri at nøkta tørvin hjá tí einstaka.

Tá ið eldraøkið var undir landinum, var ongin tíð til ta veruligu røktina. Umsitingin var stór, øll tíðin hjá heimahjálpini fór til tabellir og flugubein og skráseting, tað bara gjørdist verri og verri. Hetta var als ikki nøktandi, hvørki fyri okkum eldru, ella fyri hjálparfólkið. 

Síðan kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið, hava vit í Vágum gingið nýggjar leiðir. Men eru kommunurnar á rættari kós?

Vit hava tosað við nøkur vágafólk um, hvat tey meina um eldrarøktina nú:

"Vit eru glað um, at vit nú hava ávirkan á ta hjálpartænastu, vit  sum eldri fáa. Nú fáa vit hjálp til tað, sum vit ikki klára sjálv í tí dagliga."

Og hvat siga so tey, sum ganga til fimleik og "fitness" í Skúlanum á Giljanesi:

"Vit orka nógv betur, vit fáa nú armarnar upp um høvd, ryggurin hevur tað so nógv betri, ganga so nógv lættari, pínan minni í knøunum."

"Nú orka vit at dansa, tá ið "Syngið við" er í Sørvágs skúla. Ikki minst er tað tann sosiala samveran.

Eisini orka vit nógv betur í tí dagliga. Og sig so tað, bussurin koyrir okkum bæði fram og aftur, og tað fyri onki."

Har vóru bara vælhýrd fólk at síggja.

Kommunurnar í Vágum hava nógv í umbúna. Til dømis vitjunartænastu til tey, sum ynskja tað. Eisini verða nógv onnur tilboð til okkara eldru, tá ið heimið á Sýnini er umbygt.

Vit í Eldraráðnum, hava lagt fram uppskot á fundi við eldrarøktina um at byrja eina klippikortskipan, so at tey, sum brúka heimahjálpina, kunnu fáa ein hálvan tíma um vikuna til tað, tey sjálv vilja, uttan fyri vanligu røktina. Ein kann samla sær saman t.d. í ein mánaða, so ein hevur 2 tímar, sum kunnu verða brúktir til t.d. hárfríðkan, innkeyp, at vitja familju, ella tað, ein sjálvur vil. Hetta verður gjørt saman við hjálparfólki, so at vit eldru kunna verða longur í egnum heimi.

Hevur tú hug at vera við at hugna tær og at fáa betri kondi:

Skúlin á Giljanesi: Fimleikur og fitness, mánadag og hósdag kl. 14 - 15

Skúlin í Sørvági: "Syngið og dansið við", annanhvønn mikudag kl. 14 - 16

Virkni: Dagtilhald fyri eldri húsast í barnagarðinum Miðgarði. Í Vágum ganga vit nýggjar leiðir, soleiðis at børnini og tey eldru skapa ein gerandisdag saman.

Eldraráðið fyri kommunurnar í Vágum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo