Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sambært Reuters-journalistinum, Phil Stewart, hevur borgarstjórin Dmytro Orlov váttað, at eldur er í Zaporizjzja kjarnorkuverkinum í býnum Enerhodar.

Ein talsmaður fyri kjarnorkuverkið sigur sambært Associated Pres, at russiskar deildir hava skotið eftir verkinum, sum er størsta kjarnorkuverk í Evropa.

Um orkuverkið spreingist kann tað gerast tíggju ferðir verri enn Tsjernobyl, ávarar uttanríkismálaráðharrin í Ukraina um, sambært Reuters.

Sløkkiliðsfólk á staðnum kunnu ikki sløkkja eldin, tí russiskir hermenn skjóta eftir teimum, sigur ukrainski orkumálaráðharrin við RIA, sambært NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo