Ein lítil millión, ella neyvt 891 tkr eftir skatt, lá eftir til eigararnar tá gjørt varð upp hjá hálvalmenna partafelagnum Elektron í fjør. Úrslitið er tað besta seinastu fimm árini, vísir seinasti ársroknskapurin.
Tað er landið sum eigur Elektron saman við báðum teimum stóru bankunum, Betri Banka og Bank Nordik. Høvuðsvirksemið er at veita KT-loysnir, kunningartænastur og KT-trygdarráðgeving til eigararnar og onnur.
Tað er annars ikki so langt aftur til nøkur ár, tá Elektron hevði stór hall. Árini frá 2012 til 2015 var samlaða hallið yvir 31 milliónir krónur.
Fíggjarstøðan javnvigaði við smáum 55 mió kr og eginognin var smáar 20 mió kr við árslok í fjør.
67 fólk arbeiddu hjá Elektron í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo