Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Dánjal Arge

Mynd: Dánjal Arge

Mynd: Dánjal Arge

Tað var ein dag í apríl fyrr í ár at unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava frætti um altjóða tónleikakappingina “New Classics – Organ Taurida” og avgjørdi at senda eitt egið verk inn. Nú er greitt at Eli er ein av tíggju finalistum úr øllum Evropa, sum kappast um fyrsta pláss.

Kappingin, sum fer fram í Russlandi, er fyri tónaskøld ímillum 14 og 35 ár og snýr seg um at skriva tónleik fyri orgul. Verkið, sum Eli gjørdi av at senda inn, eitur “Reyði Tráðurin” og er eitt verk hann skrivaði í samband við svenska tónleikafestivalin Lund Contemporary.

Finalan verður í Moskvakonservatoriinum í russiska høvuðsstaðnum 6. september klokkan 17:00 føroyska tíð og sæst tá eisini á netinum.

Her ber til at fylgja við í kappingini: https://www.facebook.com/capellataurida/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo