Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Elin Løkin hevur hildið 30 ára føðingardag við einum sonnum braki í Løkshøll.

Leygarkvøldið 06. februar kl.17.00 vóru umleið 250 fólk møtt upp í Løkshøll at heiðra Elin, nú hon rundar tey tríati. Ein stórskýggjabannari lýsti alt kvøldi við áskriftini: ELIN 30 - HEIÐURSKONSERT.

Ein býarmynd  í Runavík
Á bannaranum vóru tveir summarfuglar – Elin er sum ein glaður summarfuglur. Ein frígjørdur persónur, sum glað flytur seg millum menniskjur, við einum treytaleysum áliti bæði á menniskju og  Várharra.

Hetta var av sonnum ein heiðurskonsert, sum familjan gav henni. Har varð nógv sungið, tí familjan er ein tónleikafamilja. Eisini var nógv til skemtan, tí Elin sjálv er ein rættuligur skemtari við sínum altið so lætta og gleða sinnalagi. Ígjøgnum konsertuna steig Elin sjálv fleiri ferðir fram á pallin við eini viðmerking, sum rakti plett, og fekk  føðingardagsskaran at bróta út í skellilátri.

Sjálv sang hon fleiri sangir og kór, sum hon hevur lært í sunnudagsskúlanum. Elin fæst eisini við at yrkja, og hon læs fleiri av sínum yrkingum hetta kvøldið, sum sanniliga gav tilfar til eftirtanka. Elin gav greitt til kennar ígjøgnum yrkingarnar, at hon hevur skilt evangeliið, sum hon hevur hoyrt í sunnudagsskúlanum. Elin hevði André Hentze, sála sum sunnudagsskúlalærara, og hon má hava hildið nógv av honum, tí hon kallaði sunnudagsskúlalærara sín fyri “Jesus.”

Tað var mamman, Kára, sum leiddi skránna, og hetta gjørdi hon meistarliga og uttan tað minsta himpr. Ábraham, pápi Elin, hevði eina væl fyrireikaða og rørandi talu til dótturina. Tað var sólarklárt fyri øllum, sum vóru til staðar, at her eru tvey foreldur, sum elska sína dóttur og vilja fegin geva henni eitt minniligt kvøld.

DOWNS-SYNDROM
Elin varð fødd við Downs-syndromi, sum hevur gjørt hana til nakað serligt bæði í familjuni, í sunnudagsskúlanum, í skúlanum, í samkomuni, í býarmyndini í Runavík og millum vinir. Øll kenna Elin og øll elska Elin. Tú kann ikki annað, so smílandi hon altið er, og stundum so rámandi við sínum skemtandi orðum.   

Elin eigur tríggjar brøður. Ein teirra hevði eina heiðursrøðu vegna teir tríggjar. Hann var rørdur, tá hann segði, at sum yngri  hevði hann stundum hug at firnast, tá vinmenninir sóu hann saman við systir síni. Men seinni dugdi hann at skilja, at hann hevði borið seg skeivt at. Í dag sær beiggin, at ein slíkur persónur sum systurin Elin er eitt satt aktiv fyri familjuna. Hann segði, at hann tosaði bæði fyri seg og beiggjarnar. 

Yngsti beiggin hjá Elin, sum eitur Steffan, og er 15 ára gamal, setti seg við klaverið, har hann bæði spældi og sang meistarliga fleiri enskar sangir til heiðurs fyri Elin.

Nógv var á skránni. Í steðginum var bjóðað til drekka, har borðreitt var við smábitum við laksi og øðrum góðum viðskera. Síðani var farið aftur inn í høllina, har hildið var fram at syngja og undirhalda. Eitt brot úr sjónleikinum “Kardemummubýurin” var sett upp, tí ígjøgnum árini hevur Elin lurta ótroyttiliga eftir dølgunum í Kardemummubýi. Tað stuttliga var, at Elin sjálv var Suffíamostur.

SIGRANDI HEIÐURSKONSERT
Elin legði ikki lok á sín samleika, tí longu í byrjanini av konsertuni, hoyrdu vit Elina sjálva siga: “Eg eri fødd soleiðis!”

Heiðurskonsertin í Løkshøll leygarkvøldið 06. februar var ein sigur fyri mong, og ein lopfjøl til endurskoðan av tankasettinum viðvíkjandi at velja fostur frá í móðurlívi.

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo