Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Elinborg Pálsdóttir hevur verið á sínari triðju konsertferð í Póllandi í ár, har hon hevur spælt og skapt tónleik.

200 fólk møttu upp til síðstu konsertina í Póllandi á hesum sinni, og Elinborg sigur sjálv, at tað hevði hon ikki væntað.

Hetta fortaldi Elinborg:

- Konsertsalurin var stórur, og eg var eitt sindur nervøs um, at so nógv fólk passaðu inn. Tað var ikki, fyrr enn eg kom á pallin, at eg sá, hvussu nógv fólk faktist vóru komin at hoyra mín tónleik. Eftir konsertina fekk eg so at vita, at har vóru heili 200 fólk. Eg eri sera takksom og glað fyri, at so nógv fólk møttu upp, og gleði meg at fara aftur til Pólland í mars 2019.

Elinborg fer á sína fjórðu konsertferð í Póllandi í Mars 2019, har hon spælur 8 konsertir í 8 ymiskum býum. Við sær hevur hon Jógvan Joensen, sum spælir guitar og syngur kór saman við henni. Hon hevur uttan iva eitt spennandi ár fyri framman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo