Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Elizabeth II, drotning av Stórabretlandi, fer í dag at heita á bretar um síggja tað sum ein heiður at taka ábyrgd fyri felagsskapinum.

 

Hon fer í eini talu í bretskum sjónvarpi klokkan 8 í kvøld at siga við bretska fólkið, at tað er hennara vón, at tey ættarliðini sum koma aftaná okkum fara at kunna siga, at vit gjørdu tað rætta.

 

- Og tey, sum koma aftaná okkum, fara at siga, at bretar, sum liva á okkara døgum, vóru so sterkir sum øll onnur, og at eginleikar sum sjálvsagi, støðufesti og samkensla framvegis eyðkendu bretska fólkið.

 

Tað er tíðindastovan AFP sum hevur fingið nøkur brot úr taluni.

 

Tað er annars ikki vanligt, at 93 ára gamla drotningin talar til fólkið, uttan á jólum.

 

Talan í kvøld kemur samstundis sum bretar standa beint frammanfyri eini av størstu avbjóðingunum í søguni. Yvir 4.000 koronasjúklingar eru deyðir, seinasta samdøgrið doyðu yvir 700, sum er tað mesta nakrantíð eitt samdøgur. Yvir 42.000 eru smittað, ein teirra er forsætisráðharrin, Boris Johnson.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo