Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Vit ungu hava eisini hugskot og visjónir, og vit hava eina stóra ábyrgd fyri framman.” Tað halda Elsa Berg og Benjamin Thomassen, ið stilla upp fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

Benjamin er 25 ár, er útbúgvin skipari og arbeiðir sum alari. Hann hevur flutt nógv runt í seinastuni, og hevur júst keypt sær hús í heimbygdini Kollafirði, so hann skilur veruliga, hvussu torført tað er at finna ein bústað:

“Tað er so at siga ógjørligt í dag, at finna ein støðugan bústað. Seinasta árið eri eg fluttur 2 ferðir og skal flyta fyri 3. ferð, nú eg havi keypt barndómshúsini. Tí eri eg nokkso heppin, men tað má vera nógv lættari og atkomiligari hjá øllum at byggja, eiga ella leiga – tí vit skulu øll trívast. Men eg eri eisini fullur í hugskotum, eg havi eina rúgvu av hjartamálum, og eg havi oftani ein øðrvísi vinkul til tingini. Eg vil vera við til at betra um framtíðina.”

Elsa Berg er 24 ár, er útbúgvin vistfrøðingur, og arbeiðir innan taraalaling. Hon býr í Finsen saman við unnustanum. Størsta hjartamál hennara er okkara felags náttúra:

“Veðurlags- og lívmargfeldiskreppan krevja, at øll - eisini kommunurnar - mugu við í stríðið fyri at venda gongdini. Eg vil virka fyri, at Tórshavnar Kommuna gongur á odda við munandi átøkum, nýhugsan og høgari ferð á orkuskiftinum. Vit kunnu í hvør sínum lagi hugsa um okkara fótaspor - men tað er als ikki nokk; grøn umboð skulu í politisku sessirnar!”

Unga Tjóðveldið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo