Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í gjár var móttøka fyri Elini R. Planck í sambandi við at hon hevur verið leiðari í Kvinnuhúsinum í 25 ár.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna helt røðu fyri Elini, skrivar Almannaráðið.

Hon segði m.a.: "Elin Reinert Planck, sum vit hátíðarhalda í dag, hevur framum onnur myndað hetta økið og virksemið í Kvinnuhúsinum í 25 ár. Elin, tú ert álitisvekjandi, rólig og behagilig. Tú hevur rættiliga fingið Kvinnuhúsið og tørvin á húsinum og Kreppumiðstøðini inn í tilvitskuna hjá okkum øllum. Tú ert ímyndin av stuðli og av onkrum tryggum. Tín rødd hevur ivaleyst ljóðað í høvdinum á mangari kvinnu, sum hevur verið sligin, illa viðfarin, og hevur havt tørv á hjálp:

'Eg eiti Elin Reinert Planck…' … Mynduga og róliga røddin tykist siga: Tú kanst koma inn til okkara, og vit gera tað vit kunnu at hjálpa tær.

Hon vil mær tað væl, munnu mangar kvinnur hava hugsað."

Røðan kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo